Flogvit á flogi

Niels Egelund er flogskipari hjá Atlantsflog. Men hann er eisini professari í sernámsfrøði og útbúgvin sálarfrøðingur. Hann er ein maður, ið hevur nógvar hugsanir um mong viðurskifti; og hann torir at vera øðrvísi. Lesið fyrra part av samrøðu við mannin, sum bert einaferð hevur fingið minni enn 13 til próvtøku, og sum ta ferðina fór til nýggja próvtøku?

Teir siga, at honum dámar best kvinnur undir 35; tær skulu sum flogfør vera álítandi í rakstri. Óivað ein hugsan, ið ikki skal takast fyri annað enn hon er; skrøgg og geip frá monnum, ið skræða seg, tá ongin kvinna er í eygsjón...


Touch down er klokkan er 16.49, ella »nineogfyrre«, sum sagt verður á flogmáli. Tað er sunnudagur, 29. august 1999, og í skiparasetrinum í bakborði, situr hin 54 ára gamli Niels Egelund, og undir hansara lið, ein ungur føroyskur stýrimaður.


Niels Egelund er fjølútbúgvin flogskipari; sjálvt Boing 747, ella Jumbo-jettin hevur hann flogið. Men sami maður, ið er so kringur í luftini, er eisini professari í sernámsfrøði og stovns- og lestrarleiðari á danska læraraháskúlanum. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur og doktari í námsfrøði?


? Vóru vit tíggju minuttir seinni, so vórðu vit noyddir at fara til Bergen, sigur Niels Egelund við stýrimannin, meðan menninir á vøllinum leggja kubbar undir hjólini á flogfarinum hjá Atlantsflog, og seta ground-power á.


Hetta er seinastu ferð, Niels Egelund flýgur fyri Atlantsflog í hesum umfari. Í kvøld fer hann Niður aftur, og verður neyvan at síggja her á landi aftur fyrr enn, tá jólaflúgvingin av álvara er byrjað.


Valdi læraraútbúgvingina


Vit sita og práta í crew-room, og tað er Niels Egelund, ella Eikilund, ið føroyingarnir kalla hann (meðan teir syngja, at ongin er »oman fyri eikilund«?), ið hevur gjørt okkum sterka kaffimunnin, vit sita við.


Hann er ættaður úr Odense; og søgan um flogskiparan Egelund, er eyðkend. Tíggju ára gamal fór at hann byggja modellflogfør. Fyrst sveimiflogfør, men seinni eisini motorrikin. Longu heilt ungur, var hann púra vísur í, at hann fór at verða flogskipari í danska flogvápninum. Men, so skuldi ikki verða. Evarska lítið bygningsbrek á øðrum eyganum hevði við sær, at hann varð vrakaður undir upptøkuroyndini.


? Sjálvandi var tað forargiligt, men eg hugsaði, at so noyddist eg at finna mær okkurt annað at gera. Tá visti eg ikki, at tað bar til at útbúgva seg til flogskipara og rinda sjálvur. Nítjan ára gamal valdi eg mær læraraútbúgvingina, tí eg visti, at lærarar høvdu nógv frí, og at eg sostatt fóra at hava góða tíð at flúgva. Longu tá var eg farin at flúgva við sveimiflogfari, sigur hann.


Niels Egelund fór, longu meðan hann gekk á læraraskúla í Odense, undir at útbúgva seg til flogskipara, men beint áðrenn hitti hann ein sveimiflogskipara, ið eisini var flogskipari í donsku verjuni. Hesin spurdi Niels Egelund, hví hann ikki tók útbúgvingina sjálvur, og rindaði fyri hana eisini.


? Ta útbúgvingina fór eg undir, meðan eg gekk á læraraskúla í 1966, og fýra ár seinni fekk eg vinnubræv sum flogskipari. Í 1971 fekk eg loyvi at flúgva við tveimum motorum. Meðan eg lærdi til lærara, og seinni meðan eg gjørdi mína hernaðarskyldu, forvann eg mær so frægt av peningi, at eg megnaði at rinda fyri flogútbúgvingina. Tá eg varð liðugur, hevði útbúgvingin kostað mær líka nógv sum ein lærari tá forvann í hálvannað ár, sigur Niels Egelund, ið at byrja við als ongar ætlanir hevði um at vera flogskipari á stórum ferðafólkaførum.


? Eg ætlaði mær at vera lærari, og flúgva aftaná klokkan 3 og í vikuskiftunum, sigur hann.


Oljukreppan hevði avleiðingar


Men tá Niels Egelund hevði fingið pappír uppá, at hann var skikkaður at flúgva við tveimum motorum, hugsaði hann við sær sjálvum: Hví ikki søkja um starv í stóru flogfeløgunum. Fyrst í sjeyti árunum vóru SAS, Conair, Maersk og Sterling ráðandi í Danmørk, og til teirra sendi Egelund umsóknir. Tríggjar dagar seinni bjóðaði Sterling Airways honum at koma til upptøkuroynd. Hetta endaði við, at hann, eina viku eftir at umsóknin til Sterling varð send, segði seg úr starvi sum lærari. Tveir mánaðar seinni fleyg ungi lærarin leiguferðir við rúgvum av donskum ferðafólki til suðurlond í stórum Caravella-flogførum.


? Hetta var spennandi í eitt hálvt ár. Eg eri soleiðis, at tá alt gerst ein vani, so siti eg og keði meg, og tí fái eg hug at fara undir okkurt annað. Nú eg kendi á mær, at alt var vorðið ein vani, og eg varð vorðin troyttur av »flogternulívinum!«, fór eg at lesa sálarfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn. Eg helt, at til bar at knýta sálarfrøðiliga vitan uppí bæði flúgving og lærarastarv. Hetta var 1. februar 1973, og á heysti sama ár var oljukreppan veruleiki. Hon hevði við sær, at ein triðingur av flogskiparunum varð sagdur úr starvi. Tá hugsaði eg við mær sjálvum, at nú galt um at fáa fingrarnar út, og lesa seg lidnan skjótast gjørligt.


Meðan aðrir burturspardir flogskiparar bjargaðu sær tilveruna so dánt við at sproyta eitur á saudiarabiskar eplaveltur, og uppaftur aðrir gingu arbeiðsleysir á landjørðini og »stemplaðu«, setti eg ferð á lesturin. Samstundis søkti eg um starv í SAS. Eg slapp fram at har, og varð sum annar stýrimaður settur umborð á flaggskip felagsins, Boing 747, sigur Niels Egelund, ið tá júst var vorðin liðugur sum sálarfrøðingur. Hetta var í 1976, og tískil tók tað honum trý ár at gerast sálarfrøðingur. Ein útbúgving, ið hjá vanligum menniskjum tekur 6 ár?


Marxistiskt møsn


? Eg helt meg hava úr at gera, og tískil hevði eg undir lestrinum ikki tíð at kava niður í alt tað marxistiska møsnið, sum nógvir av mínum lestrarfeløgum hildu vera so sera áhugavert. Vit sótu og gjørdu kapitalskilvísar útgreiningar um Dunnald Dunnu, og tílíkt óneyðugt tvass, sigur Niels Egelund. Og hann meinar tað?


Alt hetta óneyðuga leyp Niels Egelund um, eins og hann kvittaði seg av við teir yngru lærararnar, sum undirvístu í sálarfrøði. Hann nýtti í staðin tíðina saman við teimum gomlu lektarunum og professarunum, sum ongin annar lesandi tímdi at fáast við.


? Ofta vóru vit bara 3-4 lesandi, ið vóru til fyrilestrarnar hjá hesum gomlu. So hildu hesir eldru, at best var, um vit fóru heim til teirra, og í heimum teirra fekk eg so privatundirvísing, sum var beinleiðis orsøkin til, at eg var liðugur við lesturin so skjótt, sigur Niels Egelund, sum fekk eitt kommunalt granskingarstarv beinanvegin hann var liðugur sum sálarfrøðingur. Meðan hann granskaði fleyg hann fyri SAS, men hetta gekk ikki í longdini. Arbeiðsbyrðan var í tyngra lagi.


? Heimkomin eitt kvøldið, eg hevði verið í New York við mínum Boing 747, segði konan við meg, at hetta ikki kundi halda áfram. Vit høvdu tvey smábørn tá, og hon gjørdi greitt, at eg noyddist at velja antin at flúgva ella at granska. Tá hesi kravboð komu, hevði eg flogið fyri løn í átta ár, og tískil valdi eg granskingina. Eg segði upp í SAS, tí teir hvørki vildu geva mær hálvt starv ella farloyvi, sigur Niels Egelund.


Gjørdist umstríddur granskari


Flogskiparin fekk beinanvegin nýtt starv sum granskari og lærari á Læraraháskúlanum í Keypmannahavn. Hann granskaði í, hvussu stóran týdning næmingatalið í flokkinum hevði fyri frálæruna.


? Flestu halda, at smáir flokkar eru bestir; men hetta er beinleiðis burturvið. Tvørturímóti; eru ov fáir næmingar, verður frálæran nakað so ótrúliga keðiligt, so bæði lærarar og næmingar eru við at sovna, staðfestir Niels Egelund, sum eisini granskaði í t.d. niðurlegging av skúlum, flokssamanlegging, foreldrahugsanum um fólkaskúlan og vantandi nyttuna í serundirvísing.


Nógv tóku ikki undir við úrslitunum hjá hesum umstrídda granskara, og aftursvarini vóru øgilig. At byrja við søgdu hinir granskararnir, at Egelund var óbrúkiligur, og teir brúktu nógva orku uppá at sáa iva um granskingarúrslitini hjá honum. Sjálvur ger Egelund vart við, at hinir granskararnir ikki megnaðu at mótprógva nakrari av niðurstøðum sínum á einum yrkisligum grundarlagi.


? Lærararáðið og starvsfelagar vórðu í øðini, tí eg eftir øllum at døma ikki skuldi halda meg vera. Eg var jú nógv yngri enn flestu teirra, og passaði als ikki inn í teirra hugnaliga dunnuhyl; hartil hildu teir, at eg brúkti kjaft alla tíðina, sigur Niels Egelund.


Høvuðsniðurstøðan hjá honum er, at trupulleikin í hugvísundaligari gransking er, at tað er torført at granska í viðkomandi viðurskiftum; og upp aftur meira torført, um granskingin í roynd og veru er nýtilig?


Gjørdist professari


? Tá mótstøðan í mínum egna frøðiliga umhvørvi var størst, boðaðu 24 av 35 starvsfeløgum í tíðindaskrivi til danskar fjølmiðlar frá, at tað eg hevði gjørt, var ónýtiligt. Áðrenn hetta tíðindaskriv, hevði eg longu søkt um professaraembæti, eins og eg bað um at verða uppfluttur til lektara. Eg gjørdist lektara við rósi, og í sambandi við professaraarbeiðið, varð sjálvandi neyðugt hjá teimum, ið ráddu fyri borgum á læraraháskúlanum, at lesa alt mítt skrivaða tilfar sera nágreiniliga. Niðurstøða teirra var, at tilfarið var minst líka gott sum so mangt annað, sigur Niels Egelund, og leggur flennandi afturat, at hann, júst orsakað av sama tíðindaskrivi, slapp at grundgeva fyri sínum gransingarúrslitum í fleiri tíðindasendingum í donskum sjónvarpi. Tað vóru mótstøðumenn hansara ongantíð slopnir.


Fyrsta, og eftir øllum at døma hin mest spreingifima gransingaruppgávan hjá Egelund um næmingatal í flokkunum var umbiðin av táverandi danska kenslumálaráðharranum, Dorthe Bennedsen. Hetta er tað, ið nevnt verður »umbiðin gransking«, og var tað ikki serliga vældámt í frøðiliga umhvørvinum, men hetta er granskingin, ið Niels Egelund hevur arbeitt við, og framvegis ætlar sær at arbeiða við.


Úr frøði og á flog


? Eg veit væl, at slík gransking verður mett at vera eitt slag av frøðiligari pornografi, ið er ómetaliga høgravíðgongd og afturhaldssinnað. Sagt varð, at eg rann ørindi fyri statin og kapitalin; ímóti teimum neyðars menniskjum, sum eru lærararnir - næmingarnir koma í aðru røð, og hetta hevur verið námsfrøðiliga grundhugsjónin frá sjeytiárunum og fram til í dag, sigur Niels Egelund, sum í 1988 ikki longur tímdi at virka í hesum frøðiliga umhvørvi. Hann tímdi ikki longur at arbeiða ímóti tí stóru mótstøðuni, og altíð verða hin sum fekk ein undir vangan, sum hann málber seg.


Egelund ætlaði sær eitt professaraembæti í sálarfrøði, men mótstøðan gjørdi, at umsóknin ongantíð varð viðgjørd. Ístaðin var embætið avtikið. Hetta var í 1988.


? Tá varð eg so súrur, at eg gekk og froysti eitt heilt vikuskifti. Kortini fór eg til arbeiðis aftur mánamorgunin eftir. Men á veg í bili út á læraraháskúlan ringdi ein sum eg kendi í lítla danska flogfelagnum, Muk-Air, og segði, at teir høvdu keypt sær ein Fokker 27 (sum íslendingar flúgva til Føroya í, bl.m.), og um eg ikki vildi koma og hjálpa teimum at útbúgva flogskiparar til hetta flogfar, og eisini sjálvur vera ein av trimum skiparum á flogfarinum. Eg ringdi til konuna fyrst, og hon játtaði. Síðani ringdi eg til stjóran á læraraháskúlanum og bað um farloyvi. Hann játtaði eisini. Síðani vendi eg bilinum og koyrdi út til Muk-Air, heldur enn at fara á læraraháskúlan, sigur Niels Egelund, sum seinni gjørdist flogleiðari í Muk-Air, og var tað í trý ár.


Men ein dagin ringdi ein føroyingur púra óvæntað til hansara. Hetta var klokkan 14, og tveir tímar seinni stóð Niels Egelund til reiðar á flogfarstøðini í Kastrup; á veg til samráðingar við stjóran í Atlantsflog, ið tá æt Heri Mortensen. Heri vildi hava Niels at vera við at byggja føroyska flogfelagið upp.


Dámdi væl í Føroyum


Niels Egelund og Heri Mortensen tóku morgunin eftir í hondina á hvør øðrum, og nakrar dagar seinni fór danski flogskiparin til Bretlands at verða umskúlaður til BA146e flogfarið hjá Atlantsflog. Hetta var í 1991, og afturkomin til Føroya fleyg Niels Egelund einar tríggjar mánaðar undir eftirliti av tí gamla garvaða Hans Hansen, ið enn er eitt av álitunum í føroyska felagnum. Egelund var nú floygdur, fekk fýra strípur á skjúrtuna og gjørdist ein av skiparunum á flaggskipi føroyinga í luftini.


Føroyska kreppan, ið var ein óreingiligur veruleiki í 1993, hevði eisini týdning fyri danan Niels Egelund. Atlantsflog noyddist tá at gera eina avtalu við Maersk Air, og henda avtala hevði við sær, at flogferðslan minkaði við einum góðum triðingi. Neyðugt varð at senda flogskiparar til húsa; teir yngstu, og so danan Niels Egelund. Hann sigur sjálvur orsøkina vera, at hann var ov dýrur fyri flogfelagið.


? Harumframt høvdu vit avtalað, at eg bert skuldi vera í felagnum avmarkaða tíð. Eg var ómetaliga keddur, tá eg var koyrdur, tí mær hevði dámt væl at arbeiða í felagnum, eins og mær dámdi væl at búgva í Sørvági. Eg var nú arbeiðsleysur flogskipari, sálarfrøðingur og doktari í námsfrøði. Men, nú vísti tað seg beinanvegin, at læraraháskúlin vildi hava onkran at skipa eina granskaraútbúgving í Mogolia. Eg bjóðaði meg til, og fekk hálvdagsstarv í tí sambandinum, og pína doy, um eg ikki eisini fekk hálvdagsstarv í gamla flogfelagi mínum, Muk-Air, sigur Niels Egelund.


Framhald næsta leygardag


Lesið næstu viku um, hvørja hugsan flogskiparin og professarin, Niels Egelund, hevur um tað hann skírir hina ófantaligu og fesjutu líkasæluna í danska fólkaskúlanum. Eisini sigur Egelund frá, hví hann heldur flogfarið hjá føroyingum vera nógv betur til Føroyaleiðina, enn tað hjá Maersk Air


Sosialurin leygardagin?