Nú skal terminalurin á flogvøllinum enn einaferð útbyggjast. Tað varð víst á í Degi og viku hin 10. juni, at flogvallarterminalurin er ov lítil sum nú er, og at tað er ov trongt hjá ferðafólki. Tað ber tó eins væl til at venda hugsanina við: flogvallarterminalurin er ikki ov lítil, men ferðafólkini eru ov mong.
Livihátturin hjá heimsins ríku londum, og serliga livihátturin hjá teimum ríkastu í teimum ríku londunum, er til stóran skaða fyri veðurlag og náttúru. Bæði innan veðurlag og lívfrøðiligt margfeldi er talan um álvarsligar kreppur, sum ávirka fólk, djór og plantur.
Granskarar vísa áhaldandi á, at tað er neyðugt at lækka vakstrarhúsgassið munandi, og samstundis at verja og endurbøta náttúruna. Framvegis gongur tó skeivan veg í Føroyum – útlátið hækkar og hækkar.
Høvuðsorsøkin til hesar kreppur er tann stóra nýtslan av fossilari orku og tilfarið í ríka heiminum. Sum eitt av heimsins ríkastu fólkum hava vit eina serliga stóra ábyrgd at leggja um til burðardygg alternativir. Føroyska útlátið er fyrst og fremst frá tungu vinnuni, og enn seta vit nærum ongin krøv til fiskivinnuna og alivinnuna. Vit bíða eftir, at kapitalisman sjálv verður burðardygg – men hon leggur ikki um av sínum eintingum. Hon ger tað, sum fíggjarliga loysir seg. Politiska skipanin má tí seta strong krøv til hesar vinnur. Sama er galdandi fyri flogvinnuna og cruisevinnuna.
Eg eri greiður yvir, at veðurlagið ella Jarðarinnar náttúra ikki stendur og fellir við, hvørt flogvøllurin í Vágum verður størri, men vit mugu venja okkum av við vakstrartrongdina. Áhaldandi ynski um vøkstur er høvuðstrupulleikin. Vit kunnu ikki gerast burðardygg, um alt tað, sum er dálkandi, skal vaksa.
Vit eiga at seta okkum tann grundleggjandi spurning í øllum málum, sum kunnu ávirka veðurlag og náttúru neiliga: Er neyðugt við meira, sum dálkar?
Tráin Petursson Nónklett