Tað stendur eftir øllum at døma í botni í samgongustríðnum, sum nú hevur vart eina viku.
Løgmaður hevði í morgun fund við Fólkaflokkin um støðuna. Fólkaflokkurin stendur fast við, at Høgni Hoydal skal taka aftur uppskotini um bundnan sjálvstýrisleist og sjálvsavgerðarrætt føroyinga, sum Høgni Hoydal móti løgmansins vilja lat Løgtingsskrivstovuni mikudagin.
Men Høgni Hoydal metir tað vera eitt tap á sjálvstýrisleið at taka tey aftur. Tí kann ikki væntast, at hann fer at gera eftir boðum løgmans og Fólkafloksins.
Tískil stendur framvegis í botni millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í ósemjuni, sum nú er vorðin ein verulig samgongukreppa.
Høgni Hoydal er í løtuni á fundi við Tjóðveldisflokkin, og klokkan 17 verður verður fundur millum formenninir fyri teir tríggjar samgonguflokkarnar.
Tað kann væntast, at lagna samgongunnar verður avgjørd eftir hendan fundin. Eftir teimum upplýsingum, Sosialurin hevur fingið, kann væntast, at boðini eftir fundin verða, at samgongan er skædnað.