Helena Dam á Neystabø ætlar sær at leggja stóra orku í, at Sjálvstýrisflokkurin verður meira sjónligur fyri veljarafjøldini, verður hon vald til fyrsta politiska formann floksins á fundi í Havn leygardagin.
? Eg ætli mær at leggja dent á, at vit fáa ein virknari flokk, sum eisini fær størri ávirkan. Vit skulu fríska upp ímyndina av flokkinum eitt sindur og syrgja fyri at marknaðarføra flokkin væl, sigur Helena Dam á Neystabø.
Ynskt til formann
Helena Dam á Neystabø sigur, at Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag ynskir, at hon skal gerast formaður í flokkinum. Felagið hevur heitt á hana um at stilla upp til formansvalið, og tað ger hon fegin.
? Eg havi sjálv verið virkin í politikki floksins síðani 1990, og eg haldi, at tað er áhugavert og avbjóðandi at hava ein virknan leiklut. Hetta er eisini nakað, sum hevur givið úrslit í fullveldismálinum, har vit hava fingið ein nýggjan leist, sum er júst tað, sum Sjálvstýrisflokkurin vil í ríkisrættarliga spurninginum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Helena Dam á Neystabø vil ikki svara, hví hon heldur seg vera eitt betur valevni til formanssessin enn Sámal Petur í Grund, sum stillar upp ímóti henni. Hon vísir á, at spurningurin er ikki at vera betur. Tað eru lokalfeløgini, ið hava heitt á tey bæði um hvør í sínum lag at stilla upp, og tað heldur hon vera í lagi.
Men Helena Dam á Neystabø dylur kortini ikki, at hon heldur, at hon er væl egnað sum formaður. Hon vísir enn einaferð á, at hon hevur verið virkin í politiska lívinum í tíggju ár.
Helena Dam á Neystabø vísir á, at hon var virkin í nítiárunum, tá tað leikaði hart á í Føroyum, og hon er virkin nú, tá stórar avbjóðingar standa fyri framman á ríkisrættarliga økinum. Og í hesum sambandi vísir hon aftur á, at tað hevur eydnast henni at førka fullveldisætlanina til stig fyri stig loysnina hjá Sjálvstýrisflokkinum.
Men væntar Helena Dam á Neystabø at vinna formansvalið?
? Eg havi ikki verið úti og kannað, hvør atvøður fyri mær, men eg veit, at eg fái fullan Stuðul í Suðurstreymoyar Sjálvsstýrisfelag, sigur Helena Dam á Neystabø.