Flokkurin stendur saman um formannin

Flokkurin tekur ikki undir við formmanninum í aðalstjórn Tjóðveldis, sum mælir til at Høgni Hoydal skal leggja frá sær sum formaður í flokkinum

Fráboðan frá aðalstjórn, tingmanning og øllum lokalfeløgum hjá Tjóðveldi

 

 

 

– Nú ivi er sáddur alment, skulu vit boða frá, at vit standa fult og heilt saman um flokkin, formann og leiðslu floksins. Vit stuðla øll royndunum hjá Tjóðveldi at skipa samgongu og koma í landsins stjórn og ynskja øllum hepna hond og styrk í arbeiðinum.

 

Tað skrivar aðalstjórn, tingmanning og øll lokalfeløgini hjá Tjóðveldi í eini felags fráboðan í dag.

 

Tað var í gjárkvøldið, at in.fo hevði samrøðu við formannin í aðalstjórn Tjóðveldis, Rógva Nybo.

 

Hann segði, at Tjóðveldi eigur at eftirmeta støðuna eftir vánaliga valúrslitið hósdagin, og í hesum sambandi eigur leikluturin hjá floksformanninum, Høgna Hoydal, eisini at verða tikin viðgerðar, segði hann.

 

Rógvi Nybo vísti á, at Høgni Hoydal hevur verið formaður í yvir 20 ár, so hann helt tað ikki vera løgið, at hann er farin at troyttast.

 

– Eg haldi, at vit mugu hyggja at øllum viðurskiftum, eisini um tað verður neyðugt at skifta formannin út, segði formaðurin í aðalstjórnini.

 

Hann vísti eisini á støðuna í Fólkaflokkinum nú og í Javnaðarflokkinum fyri nøkrum árum síðani, sum vísir, hvat tað kann geva einum flokki, at nýggjar kreftir og nýggjar tankar sleppa fram at.

 

– Vit kláraðu ikki at endurreisa flokkin á hesum løgtingsvalinum, og vit fáa eisini alla tíðina at vita, at vit koma ikki við nøkrum nýggjum. Tá er tað vanligur logikkur, at tað kann geva flokkinum nýtt lív at skifta formannin og endurnýggja flokkin, segði Rógvi Nybo,  formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldið.

 

Skrivað undir felags fráboðanina hava:

 

Tingmanningin hjá Tjóðveldi

 

Aðalstjórnin hjá Tjóðveldi

 

Norðoya Tjóðveldisfelag

 

Eysturoyar Tjóðveldisfelag

 

Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag

 

Vága Tjóðveldisfelag

 

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

 

Sandoyar Tjóðveldisfelag

 

Suðuroyar Tjóðveldisfelag

 

Unga Tjóðveldið