Floksfelagarnir eru mínir bestu stuðlar

Í gjár fór Guðrun Sólja Jacobsen til Danmarkar. Í dag framføra stjørnurnar frá "Stjerne for en aften" ymsastaðni og seinni fara tey á eitt frítíðarstað at hava tað gott og koma hvørjum ørðum við


Guðrun Sólja Jacobsen er við eitt vorðin navnið, sum øll hava á munni. Í gjár fór hon aftur niður til Danmarkar og ferðirnar hava verið nógvar aftur og fram, síðani fyrstu luttøkuna í "Stjerne for en aften", har Guðrun eigur pláss í finaluni. Í dag eru framførslur og síðani skal finaluliðið ristast saman, og tað verður gjørt við at vitja eitt frítíðarstað. Guðrun verður so verðandi í Danmark komandi viku, tá stóra finalan í "Stjerne for en aften" verður, og finnast skal útav, hvør skal gerast stjørna í meira enn eitt kvøld.
Sosialurin hitti Guðruna hósdagin á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni. Í gongini síggjast útklipp og myndir við Guðruni hanga á uppslagtalvum, men annars angar av friði og gerandisdegi.
- Floksfelagarnir eru mínir størstu og bestu stuðlar, sigur Guðrun skemtandi, men eygnabráið sigur, at ein farri av álvara er í.
Guðrun metir avgjørt, at har eru aðrir luttakarar, sum kunnu gera seg galdandi í kappingini, hon nevnir millum onnur Tarek og Kendru. Men hóast stóra mótstøðu, so eru góðar vónir, og ein troyst er, at nummar 2 og 3 fáa eisini eitt sindur burturúr.
- Flokkurin tekur tað heilt roliga, sigur Guðrun, meðan vit taka myndir, men heitasta navnið á føroyska stjørnuhválvinum fær ikki heilt loyvi at gloyma, at hon er stjørna.
Tað er telefon, ein drongur úr...., sigur ein floksfelagi, og kemur rennandi við fartelefonini hjá Guðruni, sum ovfarin prátar við fjepparan.
Guðrun hevur verið í Danmark fyri at syngja inn lagið "Promise Me" á fløgu, har allir undanvinnararnir eru við. Tónleikurin er hin sami, og áskoðarafjøldin, men hóast live kensluna, so er røddin sungin inn umaftur. Fløgan kom út í vikuni.
Guðrun er nógv umbiðin sangfuglur til ymisk tiltøk kring landið. Hon hevur verið, og er, limur í hornorkestrinum á Tvøroyri og í Suðuroyar Gospelkórið, sum framførur um vikuskiftið, men hesaferð uttan Guðruna, sum knappliga er umbiðin úr øllum ættum.
Myndatøkan er liðug og tað er fríkorterið eisini, men fjepparin í telefonini er ikki liðugur. Vit biða farvæl og ynskja tað besta og Guðrun er blíð og spent, har hon stendur við telefonini og í føroyskum nýggjum og snøggum jakka, tað er Sirri, sum hevur latið henni plaggið.