Málburðurin í løgtinginum er á lágum støði, og tað er nógv versnað.
Tað sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður. Hann sat á løgtingi fyri Fólkaflokkin í 24 ár og fór úr politikki fyri 10 árum síðan. Hann øtast um, hvussu tikið verður til í politikki. Seinasti tilburðurin var, at Katrin Dahl Jakobsen samanbar Høgna Hoydal við nasistarnar undir øðrum heimsbardaga og Kristian Magnussen ábendi, at samband var millum Tjóðveldisflokkin og terroristafelagsskapir.
Formansskapurin átti at átalað í báðum førum og helst beinanvegin, heldur Jógvan Sundstein, og tað er ikki nøkur umbering, at tað í tí eina førinum var talan um ein spurning, tí tey, sum hoyrdu orðaskiftið, skiltu væl, at talan var um eina grova skuldseting. Hann hevði ynskt, at talan var eitt hendiligt óhapp og eitt undantak frá regluni um ein góðan fundarsið, men tað heldur hann ikki.
? Eg eri bangin fyri, at hesin málburðurin er komin fyri at vera. Tað er vorðið meiri alment at taka so harðliga til orðanna, og eg haldi, at tað er vorðið verri, og at støðið er lækkað, síðan eg fór úr politikki, sigur Jógvan Sundstein bersøgin.
Virdu onnur
Tað mangan gekk lívliga fyri seg, men tað kom ikki fyri, at heimsins bølmenni vóru drigin upp í leikin, heldur fyrrverandi løgtingsmaðurin.
? Orðadrátturin kundi mangan vera hvassur, og tað var heitt viðhvørt. Men farið var aloftast eftir bóltinum og ikki manninum. Vit vóru ikki teir beru einglar, og onkuntíð varð tað eisini persónligt, men eg havi ongantíð upplivað slíkt í mínari tíð, sum vit hava verið vitni til seinastu dagarnar. Tingmenn høvdu hóast alt virðing fyri hvørjum øðrum, hóast teir mangan vóru ósamdir, sigur hann.
Tað er komið ov langt, heldur Jógvan Sundstein, sum altíð var vanur at vera siðiligur sjálvur, men hann hevur onga einfalda forkláring uppá, hví tað er komið so vítt.
? Støðið er lækkað so við og við. Tey ungu fólkini, sum koma til, ímynda sær, at tað skal vera persónligt. Onki er nóg gott. Andstøðan heldur, at hon skal vera ímóti øllum, sum samgongan kemur við, og samgongan tekur ikki undir við nøkrum, sum andstøðan skjýtir upp. Alt er negativt, sigur Jógvan Sundstein.
Ein formansuppgáva
Sjálvsstýrisstríðið kann tykjast vera neistin, sum aftur og aftur festir í fjúsið hjá summum politikarum. Men Jógvan Sundstein, sum er sannførdur sjálvstýrismaður, ivast í, um tað kann vera rætt.
? Sjálvstýrismálið er rótin til alt ónt hjá summum. Allar ólukkur komast av, at blokkurin er skorin, men tað er møsn og tvætl. Hinvegin haldi eg ikki, at nakar ávísur flokkur er betri enn nakar annar. Kortini kann eg siga, uttan at nevna nøvn, at summir persónar eru minni fólkaligir enn aðrir, sigur Jógvan Sundstein.
Hann var sjálvur formaður í Fólkaflokkinum í áravís, og tað er í flokkunum, at politikarar eiga at alast upp.
? Formansskapurin á løgtingi hevur sjálvandi yvirskipaðu uppgávuna at stýra orðaskiftinum, men tað áliggur floksformonnunum at fáa eina góða floksdissiplin. Floksformaðurin skal uppdraga síni fólk, so tey bera seg hampiliga og siðiliga at. Tað uppgávuna hava teir ikki dugað nóg væl, er greiða niðurstøðan hjá Jógvani Sundstein.