Annelena, kona Jørgen Niclasen:
Ert tú spent til valið?
Ja, men ikki fyrr enn sjálvan valdagin føli eg meg orduliga spenta
Hevur tú eisini ein leiklut sum ráðgevi hjá Jørgin?
Ja tað havið eg nokk meira ella minni. Klæðir og framførðslu havi eg viðmerkingar til. Havi onguntíð sagt við hann, at hann ikki skal rykkja pannuna, og hann lurtar, tí nú gerð hann tað ikki so ofta. Og vil jú at tað skal gangast honum væl.
Aftaná valfundir og valsendingar. Plaga tú og Jørgen at gera eina eftirmeting saman?
Tá plaga vit at tosa um hvussu gingist hevur hjá honum og eisini mótstøðuflokkunum. Hvat var gott og hvat kundi verið betri.
Hvat er títt hjartamál í hesum valstríðnum?
Tað er sjálvandi nógv, men at maður mín verður afturvaldur, er nokk tað ið vil frøða okkum mest.
Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera fyri Fólkaflokkinum?
Eg agiteri ikki nógv. Tá eg eri saman við starvfelagum og vinkonum, haldi eg ikki at eg skal troytta við politikki. Tey vita hvar eg standi.
Hvussu nógv fyllir politikkur við døgurðaborðið heima við hús?
Alt ov nógv. Men eri glað fyri regulin vit hava innført. Ongin telefon við døgurðaborðið, tá skal familjan hugna sær saman.
Hvussu hava børnini tikið tað, at pápin er ein kendur politikkari?
Haldi tey taka tað pent og eru sjálvandi eisini spent.Tey eru tó onkuntíð ørg inn á at pápin, at hann er so nógv upptikin og at hann næstan altíð tosar í telfon heima við hús. Annars kenna tey ikki annað, tey eru fødd við einum pápa sum politikkara.
Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert tú fyri at avstressa frá politikki?
Vit hava ein bindiklub. Har er sera hugnaligt og stuttligt og ein góð avveksling frá tí dagliga.
Kemur tú úr einum heimi ella umhvørvi, har tey valdu sama politiska flokk, sum maður tín umboðar í dag?
Nei, tað kann man ikki siga. Bæði mamma og pápi vóru í mínum uppvøkstri ivri í politikki og tey valdu Tjóðveldisflokkin.
Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki hevur sæð fyrr í lívinum til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk?
Ja, tað kemur fyri. Oftast er tað hugnaligt.
Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar?
Eg ynski, at Føroyar skulu verða eitt land, har tað er gott at liva hjá øllum
---------
Jórun, kona Kaj Leo Johannesen:
Ert tú spent til valið?
Ja
Hevur tú eisini ein leiklut sum ráðgevi hjá Kaj Leo?
Ja, tað kemur fyri, at hann tekur míni ráð til sín.
Aftaná valfundir og valsendingar. Plaga tú og Kaj Leo at gera eina eftirmeting saman?
Ja
Hvat er títt hjartamál í hesum valstríðnum?
Skúlaverkið, sjúkrahúsverkið og eldraøkið.
Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera fyri Sambandsflokkinum?
Ja, sjálvandi geri eg tað – men alt eftir hvar eg eri stødd
Hvussu nógv fyllir politikkur við døgurðaborðið heima við hús?
Við døgurðaborðið fylla synirnir meira enn politikkur
Hvussu hava børnini tikið tað, at pápin er ein kendur politikkari?
Enn eru teir so smáir, at teir skilja ikki so nógv av tí heila. Men teir vita, at val er fyri framman, og teir halda sjálvandi við “Babba”!
Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert tú fyri at avstressa frá politikki?
Eg dugi ikki so væl at avstressa, men viðhvørt seti eg meg niður við stokkum.
Kemur tú úr einum heimi ella umhvørvi, har tey valdu sama politiska flokk, sum maður tín umboðar í dag?
Nei so avgjørt ikki. Men Kaj Leo hevur klárað at fingið nakrar atkvøður yvir í Sambandsflokkin.
Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki hevur sæð fyrr í lívinum til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk?
Ja, tað kemur meira enn so fyri.
Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar?
At øll hava tað gott, og at Føroyar framhaldandi verða eitt gott land at liva í!
------------------
Anita, kona Jóannes Eidesgaard:
Ert tú spent til valið?
Sjálvandi eri eg sera spent. Hetta hevur verið partur av okkara lívi í skjótt 18 ár.
Hevur tú eisini ein leiklut sum ráðgevi hjá Jóannes?
Ja í ein ávísan mun.
Aftaná valfundir og valsendingar. Plaga tú og Jóannes at gera eina eftirmeting saman?
Ja, tað gera vit sjálvandi.
Hvat er títt hjartamál í hesum valstríðnum?
At tann veruliga javnaðarboðskapurin kemur so týðiligar fram sum gjørligt.
Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera fyri Javnaðarflokkinum?
Ikki nøkur frammanundan fyrireikað agitatión, men fólk tosa ofta politikk við meg.
Hvussu nógv fyllir politikkur við døgurðaborðið heima við hús?
So ymiskt, Vanliga als ikki, men er okkurt serligt á skrá, so brúka vit eisini ta løtuna.
Hvussu hava børnini tikið tað, at pápin er ein kendur politikkari?
Nú eru tey vaksin og so von við tað. Nú eru tað ommubørnini, sum skulu venja seg til tað.
Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert tú fyri at avstressa frá politikki?
Eg gangi til okurt ítriv í Kvøldskúlanum, men annars eri eg so inngrógvin partur av politikkinum, at eg vil faktisk vera við.
Kemur tú úr einum heimi ella umhvørvi, har tey valdu sama politiska flokk, sum maður tín umboðar í dag?
Ja.
Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki hevur sæð fyrr í lívinum til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk?
Ja tað gera tey: Serliga hesar dagarnar upp undir val.
Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar?
At Føroyar framhaldandi skal kunna menna seg til eitt gott samfelag fyri allar føroyingar. Vit skulu øll eiga møguleikan at trívast og virka.
------------------
Simona, kona Kára P. Højgaard:
Ert tú spent til valið?
Ja ordiliga spent.
Hevur tú eisini ein leiklut sum ráðgevi hjá Kári?
Ja inn í millum. Onkuntíð, um hann er í iva!
Aftaná valfundir og valsendingar. Plaga tú og Kári at gera eina eftirmeting saman?
Eg kann gott siga okkurt við hann aftaná. Sindur av eftirmeting hava vit.
Hvat er títt hjartamál í hesum valstríðnum?
Familjupolikkur og vælferðarmál.
Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera fyri Sjálvstýrisflokkinum?
Nei, havi ikki loyvi at agitera undir arbeiði. Tó eitt sindur við familjuna
Hvussu nógv fyllir politikkur við døgurðaborðið heima við hús?
Ótrúliga nógv, alt ov nógv vil eg siga.
Hvussu hava børnini tikið tað, at pápin er ein kendur politikkari?
Tað er øgiliga ójavnt. Vit eiga 6 børn. Summi klára tað ikki. Summi halda tað er spennandi. Fyri tey gerst tað ovboðið við hvørt. Kári var so ræðuliga upptikin á Jólum, og tað var keðiligt fyri tey.
Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert tú fyri at avstressa frá politikki?
Bindi . Fari á kvøldskúla. Fari út at vitja fólk!
Kemur tú úr einum heimi ella umhvørvi, har tey valdu sama politiska flokk, sum maður tín umboðar í dag?
Nei
Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki hevur sæð fyrr í lívinum til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk?
Nei. Tað eri eg tíbetur spard fyri.
Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar?
At vit hava tað gott. Og at búskapurin kemur at vaksa, og at vælferðin kemur at standa við.
------------
Hildur, kona Høgna Hoydal:
Ert tú spent til valið?
Ja, eg eri sera spent. Tað er jú alt øðrvísi hesaferð, so ilt er at spáa um hvussu tingið fer at verða mannað eftir valið. Mest spent eri eg tó uppá samgongumøguleikarnar.
Hevur tú eisini ein leiklut sum ráðgevi hjá Høgna?
Ja, tað loyvi eg mær at halda, hóast tað ikki er sett beinleiðis orð á tað millum okkara. Eg havi eisini mítt fak og mítt arbeiðsumráði, og eg vil, at Høgni skal vita alt um hvussu umstøðurnar og korini hjá fólki við menningartarni í Føroyum skulu kunna betrast og gerast virðilig. Og eg haldi, at Høgni hevur fingið eitt eitt sera gott innlit í hesi viðurskifti og hann hevur fingið persónligt samband við menniskjuni sum politikkur í síðsta enda snýr seg um.
Aftaná valfundir og valsendingar. Plaga tú og Høgni at gera eina eftirmeting saman?
Nei, ikki eina skipaða eftirmeting, men eg havi nærum altíð eina meining um, hvussu eg haldi at hann kláraði seg, og tað sigi eg við hann.
Hvat er títt hjartamál í hesum valstríðnum?
Mítt fremsta politiska hjartamál er og hevur altíð verið at, vit fólkið í Føroyum taka ábyrgd av okkum sjálvum og okkara landi. Hetta síggi eg sum eina treyt fyri at vit kunnu røkka øllum okkara hjartamálum sum hoyra til eitt samfelag har pláss er fyri øllum og øll hava líka rættindi at liva og virka.
Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera fyri Tjóðveldinum?
Beinleiðis agitatión er tað ikki, men eg eri í nógvum politiskum kjaki, og tað økjst uppundir val. Eg havi ongantíð biðið nakran um at velja nakran ávísan persón, men eg loyvi mær at siga mína meining um øll viðurskfti, ið eg haldi meg vita nakað um og havi eina meining um.
Hvussu nógv fyllir politikkur við døgurðaborðið heima við hús?
Vit tosa sjáldan um politik við døgurðaborðið. Ringt er at samla familjuna at sita saman við døgurðaborðið. Men tá valstríð, ítrottavenjing og kvøldskúli loyvir at vit sum familja sita við døgurðaborðið, so tosa vit um alt millum himmal og jørð.
Hvussu hava børnini tikið tað, at pápin er ein kendur politikkari?
Tá Høgni fór upp í politikk, høvdu vit ikki ímyndað okkum at lívið skuldi broytast so nógv sum tað gjørdi og als ikki í mun til børnini. Men okkara børn eru helst sum børn flest og liva við teimum umstøðum, teimum verður bjóðað. Vit hava mangan tosað um tað at pápin er kendur, og at øll hava eina meining um pápa teirra. Tað leggur sjálvsagt eitt ávíst press á tey, men heima hjá okkum er hann bara ein heilt vanligur pápi, sum fær tær avbjóðingar sum aðrir pápar fáa.
Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert tú fyri at avstressa frá politikki?
Eg eri so heppin at eg havi keramikk sum eg fáist við og veruliga kann avstressa við, men um tað akkurát er frá politikki, tað veit eg ikki. Í øllum førum fái eg nýggja orku, tá eg havið fingist leir. Tað er ivaleyst at politikkurin sleppur at stressa ein í familjuni.
Kemur tú úr einum heimi ella umhvørvi, har tey valdu sama politiska flokk, sum maður tín umboðar í dag?
Ja, heima hjá okkum hevur ongantíð verið ivi um, at Føroyar gerast eitt ábyrgdarfult samfelag, tá vit hava tikið ábyrgd av okkum sjálvum og skipa okkum sum tjóð.
Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki hevur sæð fyrr í lívinum til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk?
Ja, tað hendir meira enn so, til alt held er tað oftast við tí góða orðinum. Um eg eri úti í veitslulag er tað stundum møðsamt, at ikki bara kunna sleppa undan álvarstosinum og heldur tosa um onnur virðir, ið ikki eru partapolitisk heft.
Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar?
Ynskini og vónirnar og væntanirnar eru nógvar, og tað er tengt at hvørjum øðrum. Um eg taki aftur í mítt hjartamál fyri hesum valstríðnum, so ynski og vóni eg at vit fólki í Føroyum, velja at skipa okkum sum fólkaræði.
Tá vænti eg, at hvørt einstakt menniskja tekur ábyrgd av sær sjálvum og av okkum øllum, eitt rættiligt samhaldsfast samfelag, sum kennur seg sum ein bólk har pláss er fyri margfeldni í einstaklingum, ið virða hvønn annan sum menniskju.
-------------------
Anna, kona Jenis av Rana:
Ert tú spent til valið?
Við tað at Føroyar eru eitt valdømi, so vænti eg eitt annarleiðis og sera spennandi val.
Hevur tú eisini ein leiklut sum ráðgevi hjá Jenis?
Vit tosa nógv saman um, hvat rørir seg í samfelagnum, og eg komi eisini við góðum hugskotum og ráðum, sum eg meira enn so kenni aftur. Eisini biði eg fyri honum.
Aftaná valfundir og valsendingar. Plaga tú og Jenis at gera eina eftirmeting saman?
Ja, altíð - hvussu kom tann politiski boðskapurin fram? hvussu førdi hann seg fram? hvussu var klædnastílurin? hvussu megnaðu journalistarnir/orðstýrarin sín leiklut?
Hvat er títt hjartamál í hesum valstríðnum?
Familjupolitikkurin: leingja barnsburðarfarloyvið til 52 vikur. Gera tað lagaligari at seta búgv.
Betri kor fyri einligar mammur. Minka gjónna millum rík og fátøk.
Heilsu- og almannapolitikkurin: játtaði peningurin má koma brúkaranum til góðar. Betri arbeiðsumstøður fyri heilsustarvsfólkið, bæði innan sjúkhúsverkið og innan primera sektorin.
Smidligari almannaverk, er alt ov stirvið.
Andaliga: at Føroyar verða varveittar á kristna grundstøðinum.
Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera fyri Miðflokkinum?
Geri allarhelst alt ov lítið av tí, mítt ískoyti liggur á heimafrontinum, so Jenis kann hava meira tíð til politiska arbeiðið.
Hvussu nógv fyllir politikkur við døgurðaborðið heima við hús?
Rættuliga nógv, serliga tí synirnir eru sera áhugaðir í samfelagsligum viðurskiftum.
Hvussu hava børnini tikið tað, at pápin er ein kendur politikkari?
Teir eru stoltir og glaðir og geva pápanum sín fulla stuðul, hava eisini uppliva bæði stuttligar og keðiligar hendingar.
Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert tú fyri at avstressa frá politikki?
Havi eitt arbeiði at fara til, sum eg trívist sera væl í. Mær dámar væl at lesa, at ganga, at svimja, møtist í bólki saman við øðrum kvinnum, annars dámar mær at binda og at seyma.
Kemur tú úr einum heimi ella umhvørvi, har tey valdu sama politiska flokk, sum maður tín umboðar í dag?
Nei, tað kundu tey av góðum grundum ikki, tí Miðflokkurin var fyrst stovnaður í 1992.
Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki hevur sæð fyrr í lívinum til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk?
Havi aldrin verið úti fyri tí.
Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar?
At vit verða ein fræls tjóð, sum varðveitir okkara kristnu virðir. Vóni at Jenis verður afturvaldur, tí eg meti, at hann við sinum gløggskygni og ofta annarleiðis máta at meta um og loysa mál, hevur so nógv at geva føroysku tjóðini.