Lance Armstrong varð í fleiri ár roknaður sum sterkasti súkklarin í heiminum. Í Tour de France var eingin, sum megnaði at skala hann, men síðani er komið fram, at doping átti sín týðandi leiklut í sigrunum hjá amerikumanninum.
Hetta fekk SCA Promotions, sum taldist millum stuðlarnar hjá Armstrong, at stevna eftir bonus-pengum, sum felagið helt seg hava goldið av órøttum, og hesum fingu tey eisini viðhald í, tá rætarmálið endaði.
Dómurin varð feldur í dag, og sambært hesum skal Lance Armstrong gjalda $10 mió í endurgjaldi.