Florida bannar abort uttan tað er neyðtøka ella blóðskemd

Hóast Ron DeSantis tekur ein stóran váða, hevur hann skriva undir lógaruppskot um abort

 

Guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, hevur skrivað undir eitt lógaruppskot, sum bannar aborti eftir sættu viðgonguviku í statinum. - Foto: Phil Sears/Ritzau Scanpix

Florida-guvernørurin Ron DeSantis hevur skrivað undir eitt lógaruppskot, sum bannar aborti í amerikanska statinum eftir sættu viðgonguviku.

Tað skrivar NBC News.

Undirskriftin varð sett á í loyndum og varð bara almannakunngjørt við einum tíðindaskrivi stutt eftir klokkan 23 í gjárkvøldið.

– Vit eru errin av at stuðla rættin til lív og familju í statinum Florida, upplýsti guvernørurin í eini fráboðan.

– Eg stuðli lóggevarunum, sum at hava samtykt lógina fyri at verja hjartaslag, sum víðkar verjuna av lívi, legði hann afturat sambært NBC News.

Boðini koma, fáar tímar eftir at Umboðsmannatingið í Florida, har Republikanararnir hava meiriluta, í gjár samtykti umstrídda lógaruppskotið.

Lógaruppskotið varð samtykt við atkvøðunum 70 ímóti 40, skrivar tíðindastovan Reuters.

Bara um talan er um neyðtøku, blóðskemd og tá lívið hjá mammuni er í vanda, kunnu undantøk gerast.

Uppskotið varð góðkent í Senatinum í statinum fyrst í apríl við atkvøðunum 26 ímóti 13.

Roknað verður við, at DeSantis fer at stilla upp fyri Republikanararnar til amerikanska forsetavalið næsta ár.

At stuðla strangari abortavmarkingum er tó ikki uttan politiskan váða fyri DeSantis, um hann skuldi blivið valevni fyri Republikanska flokkinum framman fyri Donald Trump, skrivar Reuters.

Umleið 13 amerikanski statir banna aborti eftir seks viðgonguvikur ella fyrr. Veljarakanningar hava tó avgjørt víst, at amerikanarar stuðla aborti í flestu førum.

Ein meiningakanning frá Reuters/Ipsos vísti mikudagin, at 43 prosent av republikansku veljarununum er minni hugaðir fyri at atkvøða fyri einum politikarar, sum stuðlar at avmarka atgongdina til abort.

Hvítu Húsini finnast at lógaruppskotinum úr Florida í hvøssum vendingum.

– Republikanska leiðslan í lóggevandi tinginum í Florida hevur sent eitt sera víðgongd og vandamikið nýtt abortforboð víðari til Ron DeSantis, guvernør, at skriva undir, segði Karine Jean-Pierre, talsfólk í Hvítu Húsunum í eini skrivligari fráboðan fyrr á degnum í gjár sambært tíðindastovuni AFP.

Hon legði afturat, at »forboðið er í stríð við grundleggjandi frælsisrættindi«.

Flestu stati í syðra USA hava longu bannað aborti tíðliga í barnsburðinum. Tí eru nógvar kvinnur í landsynningspartinum av USA farnar til Florida fyri at fáa tikið abort.

Tað hendir, eftir at Hægstirættur í USA í 2022 broytti ta kollveltandi »Roe v. Wade«-avgerðina frá 1973, sum gav kvinnum rætt til frían abort í USA.

/ritzau/

 

Guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, hevur skrivað undir eitt lógaruppskot, sum bannar aborti eftir sættu viðgonguviku í statinum. - Foto: Phil Sears/Ritzau Scanpix