Florida: Mistonktur við vápni handtikin nærhendis Trump

Ein trygdarvørður sá ákærda á einum parti av golfvøllinum - millum 360 og 460 metrar frá fyrrverandi forsetanum.

Trygdarfólk við inngongdina til bústaðin hjá Donald Trump í Mar-a-Lago, sum er tætt við golfvøllin, har ein mistonktur í dag eftir øllum at døma ætlaði at skjóta fyrrverandi forsetan. (Arkivmynd) - Mynd: Rebecca Blackwell/Ritzau Scanpix

Løgreglan í Florida váttar, at ein persónur undir illgruna við byrsu varð handtikin nærhendis golfklubbanum hjá Donald Trump í West Palm Beach sunnudagin, meðan fyrrverandi forsetin spældi golf.

- Ein trygdarvørður frá Secret Service skeyt eftir einum persóni á golfvøllinum, váttar ein talsmaður fyri løgregluna.

Trygdarvørðurin sá ákærda á einum parti av golfvøllinum, sum Trump var á veg ímóti.

Trump var millum 400 og 500 metrar burtur, tá ákærdi varð sæddur.

Løgreglan fann seinni eina AK-47 riflu í einum runni.

FBI váttar, at ein "mistonktur eftir øllum at døma" vildi skjóta eftir Trump.

Umboðsmenn í loynitænastuni skutu móti ákærda. Óvist er, um ákærdi var førur fyri at skjóta eftir trygdarvørðunum.

Tann ákærdi hvarv skjótt inn í ein bil og koyrdi burtur úr økinum. Eitt eygnavitni fylgdi honum og tók myndir av bilinum, sum varð sporaður av løgregluni stutta tíð seinni og ákærdi varð handtikin.

Løgreglan fann eisini eitt kikarasikti og eitt GoPro myndatól, sum er lítið og kompakt. Hildið verður, at mistonkti gerningsmaðurin vildi taka hendingina upp.

Kampanjufólkini hjá Trump vóru skjót at boða frá, at fyrrverandi forsetin var uttan fyri vanda. Nærri smálutir vórðu tó ikki upplýstir, og leingi var óvissa um, hvat var hent.

Umleið ein hálvan tíma eftir fyrsta tíðindaskrivið um málið, gav Trump sjálvur út eina fráboðan um, at hann "ongantíð fer at geva upp."

- Einki fer at kunna steðga mær, skrivar hann til viðhaldsfólk síni á síni valstríðssíðu.

- Eg vil hava, at tit skulu hoyra tað frá mær fyrst. Eg eri tryggur og frískur, skrivar hann.

Hvítu Húsini siga í eini fráboðan, at Joe Biden, forseti, og varaforsetin, Kamala Harris, hava fingið kunning um hendingina, og at “tey hava víst lætta um, at Trump er tryggur.”

Í eini fráboðan eftir skottilburðin fordømdi Harris aftur "harðskap".

Biden og Harris eru áhaldandi dagførd um málið.

Trump varð særdur av skoti á einum valstríðsfundi í Pennsylvania 13. juli. Eitt skot beit høgra oyrað á Trump. Gerningsmaðurin varð skotin til deyðis av trygdarfólki stutt eftir at hava latið fleiri skot av. Ein maður doyði og tvey onnur fólk, sum luttóku á valfundinum, fingu skaða.

Trygdartænastan Secret Service, sum hevur ábyrgdina av at verja forsetar, fyrrverandi forsetar og onnur høg embætisfólk, hevur fingið atfinningar eftir skottilburðin í Pennsylvania.

Loyniliga tænastan og FBI kanna nú hendingina sunnudagin.

Ritzau/Reuters

 

Trygdarfólk við inngongdina til bústaðin hjá Donald Trump í Mar-a-Lago, sum er tætt við golfvøllin, har ein mistonktur í dag eftir øllum at døma ætlaði at skjóta fyrrverandi forsetan. (Arkivmynd) - Mynd: Rebecca Blackwell/Ritzau Scanpix