Florida í undantaksstøðu

Vandi er fyri, at oljulekin í Meksikanska Flógvanum kann dálka ein stóran part av amerikonsku suðurstrondini. Tann fyrsta oljan kom inn á land í statinum Louisiana í nátt. Ættin ger, at oljan rekur eisini inn ímóti statunum Mississippi, Alabama og Florida, og í dag gjørdu myndugleikarnir í Florida at lýsa ein part av statinum í undantaksstøðu.

Amerikanskir umhvørvisverndarfelagsskapir siga, at talan er um eina landsvanlukku, og Barack Obama, forseti, hevur sagt, at stjórnin er til reiðar at veita alla hjálp. Millum annað er stjórnin til reiðar at lata hermenn taka olju upp.

Barack Obama hevur eisini gjørt greitt, at einki oljufelag sleppur at leita eftir nýggjum brunnum í Meksikanska Flógvanum, fyrr enn greiði er fingin á, hví ein pallur hjá BP sprongdist í síðstu viku og elvdi til lekan. Vanlukkan kravdi 11 mannalív.