Í kappróðrinum í summar fara vágbingar at royna seg við einum nýggjum tíggjumannafari, sum Kaj Hammer hevur smíðað.
Og klokkan trý ídag verður hesin nýggi kappróðrarbáturin, sum eisini eitur ?Vágbingur?, flotaður av Garðabrúgv.
Í hesum sambandi flytur Jógvan Krosslá býráðsformaður fram røðu og møguleiki verður fyri at keypa kaffi og kakur.
Tá ið Vágbingur er flotaður fer gentu- og dreingja manningin í Vági at rógva við yngri og eldri børnum.
Er veðrið til vildar, verður eisini møguleiki hjá fólki at sleppa ein túr á fjørðin við vatnskutara.
Opið hús
Um ársskiftið keyptu seks frítíðar- og áhugafeløg í Vági ?Stóra Pakkhús?, sum tað verður nevnt, á Gørðunum, til at hava ymiskt virksemi.
Tey seks feløgini eru Johanna, Felagið Garðabrúgv, Grindabátafelagið, Fornminnisfelagið, Kappróðrarfelagið og Nýggjársnevndin. Kommunan stuðlaði keypinum fíggjarliga.
Í næstum verður húsið umvælt, og í hesum sambandi, og í samband við at Vágbingur verður flotaður, verður opið hús í Stóra Pakkhúsi leygardagin. Mayfinn Norðoy, arkitektur á Føroya Fornminnissavni, hevur gjørt tekning, sum húsið í verður umvælt eftir, og tær verða vístar fram í pakkhúsinum í dag.
Tá verður eisini greitt frá framtíðarætlanunum við húsinum.