Frælsur ítróttur
Frælsur Ítróttur Føroya hevði um vikuskiftinum sent nakrar av oyggjaleika -uttakarunum í renning og nøkur evnarík ungfólk til Världsungdomsspelen 2005 á Ullevi stadion, har Føroyingar hava góð minnir. Hetta letur seg gera, tí FÍF hevur fingið stuðul frá Nordisk Ministerråd og MBM.
Varlds Ungdoms Spelen er ein stór kapping, sum veksur á hvørju ári. Í 2004 var hon vaksin til at umfata 2.970 íðkandi úr 13 ymiskum londum, sum umboðaðu 280 ymisk feløg. Tað er ikki endaligt uppgjørt, hvussu nógv luttóku í ár, men tað sær út til, at metið enn einaferð verður tikið.
Rebekka tók øll á bóli
Størsta bragdinum stóð 12 ára gamla Rebekka Fuglø fyri, tá hon á 600 m teininum gjørdist samanlagt nummar fýra, 1/100 sekund aftan fyri nummar trý. Hetta megnaði hon, hóast hon varð styrkimett til at renna í triðja skjótasta heatinum, og sostatt varð mett at hon skuldi verða onkustaðni millum nummar 20 og 30. Hon vann hetta heat í nýggjum bólkameti, sum var heili 10 sekund skjótari enn gamla metið, og 7 sekund skjótari enn nummar tvey í hennara heati rann. Einans nummar 1,2 og 3 í fremsta heati runnu skjótari. Og tað er lítil ivi um, at um Rebekka hevði runnið í hesum heatinum, so náddi hon pallin. Hetta var tó ikki nóg mikið fyri Rebekku, sum á 200 m teininum setti enn eitt bólkamet við tíðini 30.56 sekund. Hetta er minni enn eitt sekund frá føroyska metinum hjá kvinnum. Rebekka Setti eisini bólkamet í sínari triðju og seinastu kapping, sum var 80 m. Henda tein rann hon uppá 12.38 sekund.
Fleir góð úrslit
Av øðrum serliga góðum úrslitum er vert at nevna, at 14 ára gamla Bjørk Herup Olsen (Bragdið) rann 800 m teinin uppá 2 min 33,0 sekund. Hetta er bólkamet við góðum 5 sekundum og einans eitt gott sekund frá Føroyska metinum hjá kvinnum.
Á 800 m teininum komu nógv góð úrslit. T.d. settu Daniel Rein frá Bragdiðnum (Dreingir 14 ár), Jan Elmar Sørensen úr Treystinum (Dreingir 15 ár) og Jóan Karl Joensen úr Braginum (Dreingir 19 ár) bólkamet á hesum teininum. Størstu betranina av gamla metinum stóð Jóan Karl fyri, tá hann betraði metið við meir enn 28 sekundum til 2 min og 1,6 sekund. Jóan Karl er eisini úttikin til oyggjaleika landsliðið á hesum teininum. Jóan Karl setti eisini bólkamet á 1500 m teininum.
Á 300 m setti Robin Jonsson (Roysnið) bólkamet við 39,78 sekundum, og var tað ein betring uppá næstan 3/4 sekund. Daniel Rein (Bragdið) rann eisini skjótari enn gamla metið. Eli Falkvard úr Frælsinum (Dreingir 13 ár) setti bólkamet á 200 m teininum við tíðini 28.71 sekundum.
Annars rann Rannvá Djurholm til eina góða tíð á 600 m teininum, men hetta rakk tó ikki til bólkamet. Hetta er tó einamest tí metið hjá Janu Jacobsen í hesum bólkinum er somikið lágt. Og ikki fyrr enn í bólkinum hjá kvinnum er nakar, sum hevur runnið teinin skjótari, enn Jana gjørdi á sinni.
Seinasti føroyski luttakarin hjá teimum ungu var Silja Niklasen úr Frælsinum (Gentur 12 ár). Hon rann nakrar góðar kappingar, har hon onkustaðni megnaði at renna skjótari enn gamla metið, men her kom hon tó at standa í skugganum av javnaldranum Rebekku Fuglø.
Samaumtikið kann ikki sigast annað enn, at tað vóru nógv góð úrslit, sum væl kunnu hava við sær, at tað verður stuttligt at síggja, hvat fer at henda í Oyl-høpi, tá hesi evnaríku ungfólkini blíva vaksin.