Flott ? Stórsligið ? Veldugt!!!

   

Beatlestiltakið, ið FSV-stuðlar skipaðu fyri leygarkvøldið 17. mei, gjørdist eitt kanónbrak, íð helst ikki fer í gloymibókina við tað fyrsta. Eini 900 áhoyrarar høvdu, hóast verkfall, storm og regn, leitað sær inn í Ítróttarhøllina á Giljanesi, og tað, íð sermerkti mannamúgvuna, var gott lag, nøgdsemi og gleði. Og lat tað verða sagt beinanvegin: Tiltakið var framúr væl fyrireikað!!!
Byrjað var kl. 23. Robert McBirnie, sum var frásøgumaður, beyð vælkomið við at spæla coverløg hjá The Beatles, Ringo Starr og Georg Harrison, og tá hann ein tíma seinni beyð Ják´upsa Skegg vælkomnum á pallin, hevði hann fingið hita í ta stóru grýtuna - Og so komu tey, beatlesløgini frá byrjan fram til1965: I saw her standing, A hard days night, I want to hold your hand, Yestarday, og ein rúgva aftrat. Áh Help, sum tað var gott. Væl fyrireikað, væl framborið, og gavst tú tær ans, so sást tú okkurt melankolskt tár í onkrum eygnakróki. Teir gomlu tónarnir streymaðu út, vermdu tær innastu hjartarøturnar, og grýtan smákókaði.
Aftaná nøkur løg hjá Poul McCartney, trinu All That Rain á pallin, og saman við teimum "Runnu vit fyri lívinum í einum gulum kavbáti við Sgt.Pepper og Nowhere Man, nakað undan, at teir vóru aftur í USSR við løgunum frá 1965 til 1967. Og enn einaferð sera væl fyrireikað og væl frágingið. So væl, at tá John Lennon slapp framat teir seinastu 15 minuttirnar, áðrenn Showmenn, sum síðsti bólkur, kom á pallin, kókaði grýtan.
Og Showmenn lótu ongan iva vera um, at teir ætlaðu at halda dampinum uppi tann seinasta tíman. Teir heilsaðu okkum við Hello, nú tað nærkaðist at siga Goodbye, og við Let it be, Penny Lane, Ob-la-di Ob-la-da, Robert og Long Tall Sally, lyftu teir okkum høgt upp í skýggini saman við Lucy.-Tað stórprutlaði undir lokinum, tað spruttkókaði, og áðrenn tú varnaðist, hvussu skjótt tíðin var gingin, vóru allir tónleikararnir komnir upp á pallin, og framførdu saman við einum 900-mannaðum, væl uppløgdum kóri All you need is love. Og tá kórið saman við tónleikarunum sungu Hey Jude, hoyrdist ein hvøllur brestur. Tað var lokið, ið sprakk av grýtuni og fór sveimandi langt, langt út í rúmdina.
Sum fyrr sagt, so var tiltakið sera væl fyrireikað, og tað skula fyrireikararnir hava rós og stóra tøkk fyri. Men tónleikarabólkarnir stóðu einki aftanfyri. Tað bæði hoyrdist og sást, at hesir úrmælingar innan økið, høvdu tikið uppgávuna í fullum álvara, við tí í huga, at fáa ljóðið at liggja so nær upprunaløgunum, sum gjørligt. Tað eydnaðist, ja,tað eydnaðist so sera, sera væl!!!
So góðu tit, fyri at sleppa undan at finna fleiri vøkur lýsingarorð og harvið eisini minka um blaðrúmdina í hesum verkfallstíðum: Túsund, túsund tøkk fyri hetta ógloymandi Beatleskvøldið.