Jón Ellendersen
???????????????
Siðani eg kom heimaftur til Føroya í február 2003, hevur stoltleikin av at vera føroyingur fingið tað eina knekkið fyri og annað eftir. Størsta orsøkin er, at vit, sum javnan reypa av, hvussu væl vit taka okkum av teimum gomlu, brekaðu og veiku í samfelagnum, svíkja tey í so stóran mun, at vit skjótt liggja á hædd við lond sum Portugal og Grikkaland, sum vanliga verða roknaði sum tey vánaligastu í Evropu tá tað snýr seg um sosial- og heilsupolitikk.
Men í gjár var eg aftur stoltur av at vera føroyingur. Orsøkin: Mótmælið hjá Svenningi og Birgith á Lofti í og uttanfyri Løgtingið.
Og Svenning hevur so ræt so rætt. At lata menningarhjálp til lond, sum í mongum føri svika alla menningahjálpina burtur, er politiskt korrekt "i disse dage". Men tað kann ikki vera rætt, at hetta skal vera einasta orsøkin til at lata menningarhjálp. Jamen, siga teir, ST sigur tað!
ST hevur eisini eina yvirlýsing um tey gomlu, brekaðu og veiku, men hana leggja somu politikarar lítið í. Hvussu ber tað til? Er tað tí teir kunnu breggja sær av, at "teir" lata menningarhjálp tá teir ferðast uttanlanda?
Hygg hvussu tey menningartarnaðu hava tað! Tey verða svikin!
Hygg hvussu tey heilaskaddu hava tað! Tey verða svikin!
Hygg hvussu tey sálarsjúku hava tað! Tey verða svikin!
Hygg hvussu tey gomlu hava tað! Tey verða svikin!
Men, men, men: Somu politikarar kappaðust um at lova teimum menningartarnaðu, teimum heilaskaddu, teimum sálarsjúku og teimum gomlu, at NÚ skuldu kor teirra betrast! Men tað var uppundir valið, bæði seinasta og næstseinasta og triðseinasta og fjórseinasta og .......
Er tað, sum Havnar kommuna, Sosiala deild fremur í hesum døgum, níðingagerðina móti Peturi bert eitt úrslit av andanum í hugburði føroyinga, ein hugburður, sum er stýrdur av: Eg, meg, mær og mín? Et óttist fyri tí.
Men so leingi vit eiga menn sum Svenning á Lofti og kvinnur sum Birgith á Lofti, so leingi er vón fyri, at vit aftur gerast eitt fólk, har samkensla og umsorgan fyri teimum, ið eru minni ment, aftur kemur í hásæti.
Tann, ið ikki kann hjálpa sínum egnu, er ikki egnaður at hjálpa hinum fremmanda.
Hvat nyttar tað at metta børn hins fremmanda, tá tíni egnu børn ganga svong?
Svenning og Birgith, tit eiga stóra tøkk uppiborna. Hatta er evangeliið í verki!