Flóttafólk eru symbolpolitikkur

Løgmaður spælir sjónleik, tá ið hann sigur seg ynskja flóttafólk hendan vegin, heldur Bjørn á Heygum.

Bjørn á Heygum heldur ikki, at ætlanirnar hjá løgmanni at fáa flóttfólk til Føroya var annað enn sjónleikur.

 

- Øll vita vit at hetta er reinur sjónleikur og symbolpolitikkur, tá hvørki Kaj Leo ella nakar annar kemur at loysa nakran flóttafólkstrupulleika við at taka 20 – 60 familjur ella á leið 200 flóttafólk hvørt ár næstu komandi ættarliðini til Føroyar burturúr einum óteljandi skara av milliónum og aftur milliónum, sum líða neyð og vera forfylgd úti í heimi, sigur Bjørn.

 

Sakførarin hevur eisini eftir kjakmentanini í Føroyum viðvíkjandi flóttafólkum. Sambært honum, so valdar ein politisk korrektheit í orðaskiftinum, sum sleppir at kúga tær atfinningarsamu røddirnar og bólka tær sum verandi fremmandahatskar.

 

- Ein útvaldur bólkur av rættrúgvandi filantropum hevur nevniliga tikið sær einkarætt uppá definera einastu røttu og hóskandi meiningina, tá tað snýr seg um flóttafólk, sigur hann.

- Aðrar meiningar enn tann politiskt korrekta verða altíð og uttan’undantak skýrdur av teimum sjálvtilnevndu humanistunum fyri at vera víðgongdar, intolerantar og ikki minst merktar av hatri til øll fremmandafólk, sigur Bjørn á Heygum.

 

Les eisini: Flóttafólkainnbjóðingin hjá løgmanni

 

Við politiskt korrekta hugburðinum undrast Bjørn á, at nakar yvirhøvur torir at traðka fram við øðrvísi hugsanum.

 

- Brandur Sandoy er bæði erligur og djarvur, tá hann framber eina forbodna meining í nútíðar sjálvrættvísissamfelagnum. Hann sigur bart út, at vit skulu ikki taka ímóti flóttafólki, tá hetta eftir hansara tykki er skaðiligt og ikki gagnar føroyska samfelagnum, sigur hann.