Nógv var gjørt burturúr tá bygningurin, sum hevur kostað 1,9 milliardir krónur at byggja, varð tikin í nýtslu. Roknað verður við at umleið 850.000 fólk árliga fara at vitja BMW Welt, sum bygningurin eitur, og at 50.000 kundar koma at heinta sín nýggja BMW har um árið.
Umframt levering og framsýning av bilum og øðrum BMW útbúnað og eykaútgerð eru eisini matstovur, kaffistovur og okkurt til børnini. Eisini er stórt savn við gomlum BMW bilum og hølum til konsertir og seminar.
BMW Welt er bygdur við síðuna av høvuðskvarterinum hjá BMW á adressuni Am Olympia Park 1, beint við Olympia stadion, har olympisku leikirnir vóru í 1972.
mg