Flottur stuðul til Christian Eriksen – men onki stig

EM 2020: Tað Bæði stuðulin og spælið hjá Danmark var flott, men tað gav einki stig móti Belgia

Tað var sannur veitslurómur í Keypmannahavn í dag, tá Danmark tók móti Belgia. Í góðveðrinum fagnaðu danskarar og restin av fótbóltsheimum, at Christian Eriksen hevur fingið lívið aftur.

 

Á vøllinum var Danmark í síni besti “Danish Dynamite” stíli. Bæði troyggjurnar og spælið minti um HM í Meksiko í 1986, tá danska landsliðið bergtók allan heimin við sínum avbera góða álopsfótbólti.

 

Tað gav úrslit longut aftaná tveir minuttir, tá Yussuf Poulsen bleiv leysur í brotsteiginum og skoraði. Hesa løtuna gekk alt upp í eina hægri eind. Danmark kundi eisini havt økt um leiðsluna.

 

Aftaná tíggju minuttir var ein avalaður steðgur, har spælarar, dómarar og áskoðarar klappaðu fyri Christiani Eriksen, ið liggur í ríkissjúkrahúsinum minni enn ein kilometur frá Parkini. Danmark fór til hálvleiks við 1-0 leiðsluni.

 

Danska ævintýrið endaði tó ikki við einum sigri, tí í seinna hálvleiki kom Kevin De Bruyne inn. Hann er tað, sum Michael Laudrup var fyri danska fótbólt og “Danish Dynamite”, fyri Belgia. Tað prógvaði hann við einum avbera góðum uppleggi til 1-1 málið, umframt at hann avgjørdi dystin tjúgu minuttir fyri tíð.

 

##med3##

 

Danmark fekk ein góðan møguleika at javna móti endanum, men stútarin frá Martini Braitwaith endaði á tvørstongini. Hóast Belgia vann, so var hetta ein stórur dagur fyri danskan fótbólt. Danmark spældi væl og eftir dystin segði belgiski áleyparin, Romelu Lukaku, at hetta var ein tann besti stemningurin hann hevði upplivað til ein dyst.

 

##med2##

 

Danmark skal nú vinna seinasta dystin í bólkaspælinum, og vóna at tað er nokk til at blíva nummar trý, ella enntá nummar tvey. Fýra av seks trý’arum koma víðari. Belgia er nú komið víðari.

 

Bólkur B:

 

Danmark – Belgia 1-2 (1-0)

 

1-0 Yussuf Poulsen, 2

 

1-1 Thorgan Hazard, 52

 

1-2 Kevin De Bruyne, 70

 

Dómari: Björn Kuipers (Holland)

 

Leikvøllur: Parkin, (Keypmannahavn, Danmark)

 

Støðan:

 

1. Belgia 6

 

2. Russland 3

 

3. Finnland 3

 

4. Danmark 0