Floytan løgd á hillina

Orsøkin til avgerðina er, at dómarabólkurin kennir seg stungnan í ryggin av nevndini í dómarafelagnum

Tað var ein sera harmur Oddmar Andreasen, sum um vikuskiftið boðaði frá, at hann í samráð við hjálpardómarar sínar nú hevur gjørt av leggja floytuna á hyllina.

- Fótbóltsdómarafelagið hevur stungið okkum í baki við avgerini um at avgreiða dystirnar um vikuskiftið, og hetta meta vit okkum ikki kunna liva við, sigur Oddmar Andreasen.

- Orsøkin til at sigi soleiðis er, at nevndin fríggjakvøldið ella leygardagin hálsaði um, og kolldømdi avgerðina, sum eini 80% av møttu limunum høvdu samtykt hóskvøldið.


Ikki nøkur nýggj støða

At talan skal vera um eina aðra støðu, nú FSF hevur boðið dómarafelagnum á fund, er Oddmar als ikki samdur í.

- Vit tosaðu um hetta hóskvøldið, og semja var um, at dystirnir skuldu ikki dømast, hóast FSF kom við einum útspæli fríggjadagin, tí hetta væntaðu vit frammanundan fór at koma.

- At nevndin so eisini fer aftur um bakið á okkum, og tosar við dómararnar hvør sær, fyri at trýsta teir til at døma, meti eg vera eina somikið ljóta gerð móti okku, at eg als ikki skilji, hví vit skulu hava nakra nevnd at umboða okkum. Mín áheitan skal tí vera, at nevndin leggur frá sær sum skjótast, áðrenn hon verður koyrd frá.

At fleiri dómarar so eisini velja at geva eftir fyri trýstinum, sum verður lagt á teir, er sjálvandi eisini at harmast um. Tað nærmasta eg kann koma einum orði fyri hetta er »skrúubrækkai«, og hetta sigur kanska eisini eitt sindur um, hvussu veikt dómarafelagið í veruleikanum er.

Formaður felagsins er snøgt sagt tikin av ræði av øðrum nevndarlimum og FSF, og einasta, sum okkara dómarabólkur frættir um málið er, tá vit leygardagin hoyra í Útvarpinum, at dystirnir kortini verða leiktir, og hetta haldi eg vera undir alt lágmark.


Láturligt

Oddmar heldur eisini lítið um, at FSF í síni roynd at fáa dystirnar avgreiddar, hevur latið lítið um ítróttarligu avgreiðingina av dystunum. Sum dømi um hetta nevnir hann dysitn á Sandi, har ein óroyndur dómari varð settur at døma ein dyst, sum kundi hava alstórar avleiðingar fyri liðini, og tí var kanska væntandi, at talan fór at gerast um dyst, sum varð torførur at døma.

- Ikki tí, eg havi alt gott at siga um Lars Müller, sum dømdi dystin, og tað gleðir meg eisini, at allir partar tóktust nøgdir um døming hansara, men tað kundi eins væl gingið galið, tá ein somikið óroyndur dómari verður settur at døma.


Hugstoytandi

Spurdur, um tað ikki er hugstoytandi at skula gevast við dømingini á slíkan hátt, sigur Oddmar, at tað er so avgjørt.

Eg eri sera harmur um, at alt skuldi enda soleiðis, tí eg havi verið sera fegin um at havt møguleikan at døma á hæsta stigi her heima.

Síðani hetta málið tók seg upp, havi eg tó upplivað at verið spiltur út meira ella minni alment, og eitt nú hava tey, sum vara at heimasíðuni hjá HB verið noydd at strikað ymsar viðmerkingar, tí hesar snøgt sagt hava verið ov grovar.

Hetta er sjálvandi eisini nakað, sum ávirkar hugin skeiva vegin, og alt í alt er tað alt annað enn stuttligt at skula siga farvæl til dømingina.

Sum støðan var helt eg meg tó ikki kunna handla øðrvísi, og tí er floytan løgd á hillina med alla.