Floytar gjaldið niður og norður

– Við tilfeingisgjaldinum tekur tú pengarnar úr vinnuni og fyllir teir í stóra holið, sum man ikki dugir at tippa, sigur Emil Petersen, skipari á Jupiter

 

– Við tilfeingisgjaldinum tekur tú pengarnar úr vinnuni og fyllir teir í stóra holið, sum man ikki dugir at tippa, sigur Emil Petersen, skipari á JupiteR:

 

Klokkan hálvgum tvey trýsti skiparin á Jupiter á floytuna, og í eitt heilt korter ýldi floytan yvir Havnina.

 

– Vit royna bara at gera varug við tað grundleggjandi skeiva í at taka tilfeingisgjald úr fiskivinnuni og flyta pengarnar í stóra holið, sum landskassin er. Gjaldið køvir framburðin í vinnuni, sigur Emil Petersen, skipari.

 

– Í staðin fyri at leggja størri og størri, óproduktiv gjøld á fiskivinnuna áttu politikararnir at hugsa um at typpa holið í landskassanum, sigur skiparin á Jupiter.

 

Emil Petersen vísir á, at landskassin við skattum, avgjøldum og avleiddum virksemi fær sín part burturav, tá fiskivinnan tjenar pengar.

 

– Alt landið fær sítt burturav, tá tað gongur væl í vinnuni, sum tá kann útvega sær størri skip og harvið tjena fleiri pengar. Men tað tykist sum um politikararnir alla tíðina vilja hava meira og meira, nú við tilfeingisgjaldi, sigur Emil Petersen.

 

Jupiter er partur av samtakinum Varðin í Gøtu, sum hevur gjørt íløgur í uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic á Tvøroyri.

 

– Virkið er bygt, tí yvirskot er í vinnuni. Var einki yvirskot, so var heldur einki virki á Tvøroyri, argumenterar Emil Petersen.

 

Jupiter liggur við bryggju í Havn, nú motorurin skal høvuðsumvælast. Arbeiðið tekur umleið ein mánað.

 

Hoyr samrøðu við skiparan á Jupiter, Emil Petersen, við at trýsta á pílin undir myndini.