Sum er noyðast tey á Eirargarði at ringja til Serflutningstænastuna áðrenn fríggjadag klokkan fýra, um tey hava ætlanir um at fara ein túr í vikuskiftinum. Og Serflutningstænastan koyrir ikki út um Havnina, so tað er avmarkað, hvar tey kunna fara. Herfyri segði Páll á Reynatúgvu við Sosialin, at tað eru nóg mikið av pengum játtaðir til at bíleggja buss frá Serflutningstænastuni. Men Bjørg Mohr, leiðari á Eirargarði sigur, at um Eirargarður hevði egnan buss at ráða yvir, so hevði tað lætt munandi um hjá teimum.
- Tað er sanniliga ikki altíð, at tað ber til hjá okkum at leggja ætlanir fríggjadag áðrenn klokkan fýra um, at vit skulu fara ein túr í vikuskiftinum. So ein bussur, sum vit sjálvi kunna ráða yvir hevði verið nógv betur. Og eisini høvdu vit tá kunnað farið onkra ferð út um Havnina, greiðir hon frá.
Hon er varin við at úttala seg, men hon sigur, at tað eru ikki nóg mikið av bussum til brekaði í Havnini í dag. Fyri uttan Serflutningstænastuna, so er eisini ein grønur bilur til taks, sum verður kallaður handicaptaxa, í høvuðsstaðnum, men hann ger ikki stóran mun, tá tað kemur til Eirargarð, sum hevur 15 búfólk.
- Tann taxabilurin tekur bert ein ella tveir koyristólar, so tað ber ikki til at fara við honum, um øll skulu við. So tað stutta av tí langa er, at um vit ikki hava egnan buss at ráða yvir, so noyðast vit at bíleggja buss til ferð bert her í Havn innan fríggjadag klokkan fýra, um vit skulu samlaði avstað. Og tað er ikki nøktandi, heldur Bjørg Mohr.
Og við verandi játtan eru tey ikki før fyri at keypa ein buss, so tí fóru tey í holt við at savna pening inn til ein buss sjálvi.
Bjørg Mohr sigur, at tað gongur seint við innsavningini. Tey skulu hava 400.000 krónur, men enn eru bert 140.000 krónur komnar inn. Millum annað hava tey heitt á kommunurnar kring landið um at játta eina krónur fyri hvønn íbúgva.
- Ymsir grunnar, feløg og peningastovnar, sum vit hava spurt, koma aftur við noktandi svari, tí tey meta hetta vera eina almenna uppgávu, sigur Bjørg Mohr og leggur aftur at, at tað er tað helst eisini við tað, at tey eru undir Serstovnadeildini hjá Trivnaðarmálaráðnum.
Ei heldur ber til hjá teimum at nýta tær 140.000 til útgjald og síðani skipa fyri tiltøkum til at rinda avgjøldini við, tí Eirargarður hevur ikki lov til at taka lán.
So Bjørg Mohr er ikki í iva um, at ætlaði bussurin, sum tey savna pening inn til, liggur langt frammi í tíðini