Tær 20 milliónir skattakrónurnar, bæði flatskattaðar og ikki, sum ferðavinnan fær í treytaleysum studningi, geva 17 ferðafólk fleiri um árið.
Skjótt roknað í høvdinum kostar hvørt nýtt ferðafólk eina millión og 176.470 krónur og ikki minst hálvthundrað oyru at hála hendanvegin.
Men tað er tað vert. Hvør króna er tað verd, syngur Visitkórið.
Tí hvør króna kemur fleiri ferðir aftur. Men tað er ikki rímiligt at krevja, at ferðavinnan fíggjar seg sjálva.
Hon er so týðandi fyri land og tjóð, at landið og tjóðin noyðast at geva henni pengar.
Nær hvør króna kemur fleiri ferðir aftur, veit eingin.
Tær koma, tær koma, skrálar kórið niðurlagið. Um nógvar ferðir 20 milliónir afturat.
Fyri 700 milliónir fáa vit tí 595 komma eitt langt tal føroyingar, sum eru fluttir/rýmdir, heim aftur. Tað er vert at royna, syngur kórið í næsta ørindi.
Tí, sum skrivað stendur eina staðni, er ein, sum vendir við, meira verd/ur enn hundrað, sum ikki venda.
Inngjaldið til ALS fer upp um tíggju prosent, skulu allir arbeiðsleysir føroyingar í Danmark vera arbeiðsleysir í Føroyum í staðin fyri. Men tað skal ikki standa á.
Tað fyrsta, vit eiga at gera, er at senda øllum føroyingum uttanlands, ella í hvussu so er teimum, sum vit ikki kunnu vera og liva fyri uttan her í Føroyum, glitrandi heftini hjá ferðavinnuni. Glæmuna, sum við litføgrum glansbíløtum vísa, hvussu herligt og deiligt og lekkirt tað er í Føroyum. Her er gott at vera.
Nakrir útlendingar lata seg tøla. So kanska onkur útlendskur føroyingar bítur á eisini.
Tjøldrini, tey sum duga at telja upp í 37, fegnast. Eitt talstjaldur gnístir, at nógv tjøldur umhugsa ikki at fara av stað aftur seint í summar, nú tey siga, at alt verður so gott í Føroyum.
Annars hava ongantíð so nógvir føroyingar búð í Føroyum sum síðst í áttatiárunum. Tað endaði við stórari kreppu. Ikki fyrr enn 5.000 føroyingar vóru rýmdir av landinum, komu vit, sum eftir sótu, upp undan aftur.
Eftir annan heimsbardaga vóru fleiri kvinnur enn menn í Føroyum. Fyrst í fimmtiárunum var stór kreppa í Føroyum.
Fyrr søgdu tey, at vit kunnu ikki liva av at klippa hvørjum øðrum.
Vit kunnu heldur ikki liva av at granska hvønn annan.
Eg fari at endurtaka eitt uppskot, sum ikki er við í heildarætlanini fyri 700 milliónir.
Fáið føroyskar fólkapensjónistar uttanlands, tað er í Danmark, heim aftur. Fólkapensjónistar, sum ikki eru sjálvbjargnir. Tí í Føroyum er gamal siður, at børnini eru heima hjá sínum gomlu foreldrum, sum ikki megna at fóta sær gerandis og heilagt.
Tí noyðast børn og sum eykabonus, abba- ella ommubørn, eisini at flyta til Føroya.
Ein trivnaðarkanning sigur, at føroyingar í Føroyum trívast væl. Sjálvandi, annars vóru tey farin til Danmarkar.
Og í allari armóðini venda vit okkum sum vant til danskarar og bidda okkum hjálp.
Tvíeggjað svørð. Kanska danskarar nýta høvið og nokta fleiri føroyingum uppihalds- og arbeiðsloyvi. Ella senda okkum øll tey kriminellu flóttafólkini.
Einar tvær, tríggjar Norrønur av slíkum, og fólkatalið fer upp í Føroyum.
Á Tvøroyri seta tey eina balju av sjógvi framman fyri gomlu kapitalistaborgirnar, so tær ikki missa sambandið við havið. Øll eru glað. Eisini turistarnir, sum ongantíð hava ætlað sær at koma siglandi til Tvøroyrar fyri at síggja gomlu handilshúsini frá sjónum.
Og minnist so til at minna øll tey, sum koma heim aftur, á, at í Føroyum hava vit framvegis ikki eina álítandi elveiting.