Hans Marius Weihe Ziska ? sang og gittar
Kristian í Vági ? bass
Sveinur Gaard Olsen ? trummur
Flux byrjaði at spæla í 1996. Teir vunnu Pop Top konsertina í 1998 og spældu sama ár á Ólavsøkukonsertini. Gjøgnumbrotið kom á Prix Føroyar tónleikakappingini í 1999, tá ið í teir vóru í finaluni og høvdu eitt hitt við sanginum Mr. Headless.
Flux hevur ikki gjørt so nógv um seg síðani Prixið í 2001, men teir hava tó javnan verið úti og spælt. Broytingar hava verið í manningini í bólkinum, sum nú spælir sum ein trio. Teir spæla rocktónleik.
Flux hevur verið við í Prixnum seinastu tvær ferðirnar, og teir hava báðu ferðirnar spælt seg í finaluna. Nú skulu teir royna at skora eitt Prix-hattrick.