Fyri tveimum døgum síðan ásannaði nýggi ovasti leiðarin fyri russisku herdeildunum í Ukraina, Sergej Surovikin, at støðan hjá russisku herdeildunum í Ukraina er spent eftir eina røð av tapum ímóti ukrainsku deildunum.
Samstundis segði herleiðarin, at sivilfólk skulu flytast úr Kherson-økinum, tí vandi er fyri ukrainskum álopum, og her eru sambært útlendskum tíðindamiðlum nógv fólk longu farin úr økinum.
Bretska fregnartænastan sigur í sínari dagføring, at ein slík ásannan, sum herleiðarin kemur við, er rættiliga óvanlig, og hon kann merkja, at russar umhugsa eina afturtøku av sínum herdeildum vestan fyri Dnipro-ánna.
Sambært fregnartænastuni verður mest krevjandi parturin hjá russum at fáa herfólk og útgerð tvørtur um Dnipro-ánna í øllum góðum.
Allar permanentar brýr, sum ganga um ánna, hava fingið skaða, men her fara russar helst at brúka eina fyribilsbrúgv, sum teir hava bygt nærindis Kherson, umframt at hernaðarligar ferjur kunnu flyta herfólk og útgerð um ánna.
Útlendskir miðlar vita at siga, at fleiri túsund sivilfólk rýmdu úr Kherson-økinum í gjár, og tað gjørdi russiska umsitingin í økinum eisini. Virkandi guvernørurin í Kherson, Volodymyr Saldo, segði, at sivilfólk sleppa ikki inn í Kherson-bý teir næstu sjey dagarnar.
- Vit hava nóg mikið av fólki og útgerð til at berja niður ukrainsk álop í Kherson, og haraftrat hava vit nóg mikið av herfólki til mótálop, legði hann aftrat.
Statsriknað ukrainska orkufelagið, Energoatom, skrivar, at russiska hersetingavaldið í Ukraina eftir øllum at døma er byrjað at flýggja úr býnum, Enerhodar, har størsta kjarnorkuverk í Evropa, Zaporizjzja, liggur.
Tað skrivar Energoatom á Telegram.
- Skelkur, ræðsla og útlitini til tap merkja hersetingarvaldið í fylkjunum, Kherson og Zaporizjzja, og nú er ræðslan eisini komin til Enerhodar, skrivar Energoatom á Telegram.