Flyta flogfør nærri Irak

Samstundis sum amerikanska stjórnin roynir at fáa eina semju í ST-trygdarráðnum um eina nýggja samtykt um Irak, er amerikanska flogvápnið farið undir at flyta bumbuflogfør nærri Irak.

Doug Raaberg, sum er oberstur í amerikanska flogvápninum, segði í gjár, at USA fer at flyta bumbuflogfør av slagnum Stealth nærri Persaflógvanum. Obersturin segði, at við at flyta flogførini úr USA til leiðina við Persaflógvan, fer tað at bera til at gera fleiri bumbuálop á Irak um samdøgrið, ger George W. Bush, forseti av at leypa á.
Sum skilst verða amerikansku flogførini flutt til bretsku flogstøðina á oynni Diego Garcia í Indiska Havinum, men nøkur teirra skulu hava støð í Fairford í Bretlandi.