Hetta kemur fram í einari nýggjari kanning, har 180 fólk, sum fluttu úr Íslandi til Noregs, eru spurd, um tey ætla sær at flyta heimaftur innan tíggju ár. 59 prosent av teimum spurdu eru kvinnur, 41 prosent eru menn, og meðalaldurin er 37 ár.
Harafturat verður upplýst, at 60 prosent av teimum høvdu arbeiði í Íslandi, tá tey fluttu, og at tey flestu høvdu akademiska útbúgving. Í Noregi arbeiða tey sum eitt nú bilstjóri, lærari, sjúkrarøktarfrøðingur, verkfrøðingur og smiður.
Tey flestu siga, at versnandi livikor orsakað av vantandi inntøku- og arbeiðsmøguleikum fingu tey at flyta, og tey eru samd um, at livikorini eru betri í Noregi. 46 prosent siga, at tey hava fingið nógv betri livikor, síðani tey fluttu, og onnur 36 prosent siga, at livikorini eru betri.
Tey, sum gjørdu kanningina, høvdu roknað við, at fólk við akademiskari útbúgving mundu ætla sær at flyta aftur til Íslands fyrr enn hini, men hetta vísti seg ikki at vera so. Tvørturímóti eru tað tey við lægri útbúgvingum, sum vænta at flyta heim aftur innan tíggju ár.
Men í Íslandi hevur tað vakt størri ans, at helvtin av teimum spurdu svara, at tey høvdu ikki flutt aftur til Íslands nú, sjálvt um tey kundu fingið sama arbeiði sum nú, og sjálvt um keypiorkan hevði verið tann sama sum í Noregi. Bara 25 prosent siga, at tey høvdu flutt heimaftur, um tey fingu sama arbeiði og somu keypiorku. Onnur 25 prosent vita ikki.
Í kanningini kemur fram, at íslendingarnir í Noregi fáa í meðal 32.000 norskar krónur í løn um mánaðin.