Flyta inn um góðan mánaða

Kongshavnar barnagarður og vøggustova fer um góðan mánaða at flyta inn í spildurnýggj høli við Toftavatn í Runavík. Barnagarðurin er eitt sindur seinkaður, men almenni upplatingardagurin er nú fastsettur. Hann verður tann 31. juli

Runavík: Við Toftavatn í Runavík stendur ein nýbygningur í gerð. Talan er nevniliga um tann spildurnýggja barnagarðin í kommununi.
Í fjør fylti Kongshavnar barnagarður og vøggustova í Saltangará 20 ár. Og øll, nú 21 árini, hava barnagarðurin og vøggustovan húsast í kjallaranum í Posthúsinum, har umstøðurnar hava verið heldur trongar.
Nýggjur barnagarður hevur nú verið í gerð í eina rúma tíð, og nú er nærum klárt at flyta.
Ætlanin var av fyrstan tíð, at nýggi barnagarðurin skuldi lata upp í mei, men arbeiðið er vorðið eitt sindur seinkað. Orsøkirnar eru fleiri og ein av teimum er, sum vera man, verkfallið.
? Nú er almenni upplatingardagurin tó fastsettur. Hann verður tann 31. juli, sigur Fríða Lómstein, leiðari á Kongshavnar barnagarði og vøggustovu.

Betri pláss

Barnagarðurin í Saltangará er elsti barnagarðurin í oynni, og í dag eru 54 børn í vøggustovu og barnagarði í tilsamans trimum stovum.
Nýggi barnagarðurin hevur fýra barnagarðsstovur og tvær vøggustovur. Harumframt verður eisini ein høll til børnini.
Hetta ger, at tað verður sjálvandi pláss fyri meira børnum. Tann 4. august verður byrjað at taka nýggj børn inn. Sum vanligt, tá nýggir stovnar lata upp, verða nøkur børn tikin inn í senn, til tað einaferð verður fult. Bíðað verður tó eitt sindur við at lata ta einu stovuna upp. Men tá nýggi barnagarðurin í Runavík verður fullur, verða tað 94 børn, sum koma at húsast har.
Uttanfyri verða umstøðurnar hjá børnunum eisini munandi betri. Sum er nú liggur barnagarðurin so at siga mitt í býnum, beint við vegin, sum gongur ígjøgnum bygdirnar, og er nógv ferðsla. Uttandura umstøðurnar hjá børnunum betrast eisini tá flutt verður. Nýggi barnagarðurin liggur í vøkrum náttúruøki, og tá fer at liggja væl fyri hjá børnunum at fara út at spæla.
So nú vantar bert ein góður mánaður til børnini og starvsfólkini flyta.
? Og tað gleða vit okkum nógv til, sigur Fríða Lómstein, leiðari á barnagarðinum og vøggustovuni.