Kinesisku myndugleikarnir hava lagt eina ætlan um at byggja ein heilan flota av tangaskipum, sum øll oljan, sum kinesarar keypa í útlondum, kann flytast til landið við egnum skipum.
Sambært Dow Jones Newswire ætla kinesarar at byggja so mong skip, at tangaskipafloti teirra verður 50 milliónir tons stórur við árslok í 2005, og at hann skal verða 130 milliónir tons stórur í 2020. Kinesiska oljunýtslan veksur skjótt. Roknað verður við, at landið keypir 80 milliónir tons í útlondum í ár, og tað eru 16 prosent meiri enn í fjør. Í 2005 verður mett, at kinesiski oljuinnflutningurin verður um 100 milliónir tons.
Tað eru ikki bara tangaskip, sum hava áhuga í Kina. Seinastu tíðina hava kinesarar keypt ein hóp av øðrum farmaskipum, og sambært norskum skipsmeklarum keypa kinesarar nú umleið helmingin av teimum farmaskipunum, sum verða seld ymsastaðni kring heimin.