26. juli giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík 20 ára gamla Hallgerð Brim úr Klaksvík og 21 ára gamli Ovi Magnussen av Toftum. Aftaná verður veitsla í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fyri umleið 200 gestum. Tað verður Verner Olsen av Toftum, sum borðreiðir við trimum rættum og kaffi omaná. Afturvið verður vatn og sodavatn. Beiggi Hallgerð spælir í orkestri, sum fer at spæla til veitsluna.
Hallgerð hevur keypt sær ein hvítan brúðarkjóla niðri, og konurnar í familjuni gjørdu føroysku klæðini, við hvítum vesti og hvítum hosum, til Ova. Tey bæði hava eisini biðið eina lítla gentu í fínum kjóla koma fram til altarið við ringunum.
Ovi og Hallgerð, sum funnu hvønn annan gjøgnum studentaskúlan og heimamissiónina, hava longu gingið saman í 2 ½ ár og ætla sær at flyta saman á Oyrasundskollegiinum aftan á summarferiuna. Hann hevur longu lisið niðri í eitt ár, og nú skal Hallgerð eisini undir lesnað.
Brúðarnáttina vera tey heima hjá foreldrunum hjá Ova. Har hava tey innrættað hansara gamla kamar til hjúnakamar og ætla so bestemt at blaka foreldrini út í nakrar dagar, so tey fáa frið. Eisini hava tey leigað seg inn á Hotel Føroyar um ólavsøkuna.
Blómur: Liljir
Litir: Grønt, ráhvítt og gull