Flyta sjónleikin til Havnar

Losjan Glotti fer aftur í ár til Havnar at sýna sjónleikin, tey áður hava sýnt í Gøtu.

Losjan Glotti hevði í mars fleiri sýningar av skemtileikinum Dreymur Jóansøkunátt, ella a Midsummer Night's Dream, eftir William Shakespeare.

 

Leikurin snýr seg um eina ósemjandi kærleikssøgu, ein álvakong og -drotning og nakrar handverkarar, ið arbeiða upp á at framføra ein leik fyri aðalsfólki. Aksel Tórgarð hevur týtt leikin og Noomi Reinert hevur leikstjórnað. 22 leikarar spæla í leikinum.

Nú er so avgerð tikin um, at eisini hava framsýningar í Havn, eins og í fjør, tá Oliver Twist var á skránni.

Sýningarnar verða í Sjónleikarahúsinum hósdagin og fríggjadagin.