Flutningut ?Árni Joensen: [email protected]
Til at samskipa virksemið hevur fyritøkan 49 skrivstovur í 26 londum. Nógvar av hesum skrivstovunum eru í týðandi oljubýum so sum Aberdeen, Houston, Baku, Doha og Dubai, og høvuðssætið er í danska oljubýnum Esbjerg. Tað stóra virksemið fyri olju- og orkuídnaðin sæst eisini aftur á starvsfólkayvirlitinum, sigur Thomas Bek, sum er stjóri á olju- og orkudeildini hjá Blue Water Shipping:
-Av teimum 850, sum arbeiða hjá fyritøkuni, eru umleið 200 beinleiðis knýtt at tænastuvirkseminum fyri oljufeløg og aðrar tænastufyritøkur í oljuídnaðinum.
Stórt og smátt
Flutningsuppgávurnar, sum Blue Water Shipping átekur sær fyri oljuídnaðin, kunnu vera sera ymiskar. Í summum førum er talan um at flyta vørur við lastbili millum eitt nú Stavanger, Esbjerg og Aberdeen, og ræður tað um at bera skjótt at, verða vørurnar fluttar við flogfari.
Men tað eru eisini lutir, sum hvørki kunnu flytast við lastbili ella flogfari, og tí hevur felagið eina serliga deild við verkfrøðingum og øðrum serkønum, ið hava tær stóru uppgávurnar um hendi. Og tær kunnu vera stórar, sigur stjórin.
-Tann seinasta stóra uppgávan var at flyta ein sokallaðan FSO úr Singapore til Baku við Kaspiska Havið. Talan var um tvær eindir, sum hvør vóru 133 x 16 x 17 metrar, og sum vigaðu 6.000 tons hvør. Harafturat umfataði flutnmingurin 13.000 rúmmetrar av leysum lutum, men hóast hesa ovurstóru rúgvuna gekk alt sum ætlað, og alt kom fram til ta ásettu tíðina, sigur Thomas Bek.
?Eisini vindmyllur
Tey seinastu árini eru vindmyllur vorðnar ein altsamt størri partur av flutninginum hjá Blue Water Shipping. Í fjør avskipaði felagið meiri enn 650 vindmyllur úr Esbjerg og útvegaði flutning til 200 aðrar vindmyllur.
Esbjerg er tann stóra vindmylluhavnin í Danmark, og tað er líkt til, at hon verður uppaftur størri. Tann stóra vindmyllufyritøkan Siemens hevur ætlanir um at byggja eina ovurstóra vindmylluverksmiðju uttan fyri Esbjerg, og Thomas Bek dylur ikki fyri, at Blue Water Shipping sjálvandi ætlar at bjóða sær til at taka sær av flutninginum frá tí nýggja virkinum.
??