Flytið bátarnar – hann øtlar veðrið

Hetta er yvirskriftin á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag, nú hann sigur frá keðiligum veðri.

"Flytið bátarnar – hann øtlar veðrið".

 

Tað er yvirskriftin á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag, nú hann sigur frá keðiligum veðri. Kommunan ger vart við, at bátabrúgvin, sum varð løgd út í samband við bátastevnuna, skjótt skal takast upp.

 

- Bátabrúgvin er ikki ankrað og er harvið ikki nóg væl tryggjað til at liggja í ringum veðri. Um bátarnir framhaldandi liggja við hesa brúgv, er hetta fyri egnu ábyrgd bátaeigarans.

 

Tað var Vestmanna kommuna, sum saman við VÍF valdi at lata bátabrúnna liggja fyri summarið. Á henda hátt var pláss til teir bátar, ið fóru at koma inn á Vestmanna í summar.

 

- Men, nú verður batabrúgvin tikin upp aftur sum alla tíðina ætlað. Tí verða bátaeigarar bidnir um at flyta bátarnar og leggja teir aðrastaðni skjótast tilber.

 

Vestmanna kommuna vísir í hesum sambandi til havnarumsjónarmannin, tlf. 770120, sum er Leivur Olsen (mynd).