Ein av fleiri lyklaspælarum á landsliðnum, sum ikki er í Portugal í hesi vikuni, er Christian Lamhauge Holst. Hann er skaddur í lærkrikanum, og hann er tískil heldur ikki førur fyri at venja og spæla í Lyngby.
Christian Lamhauge Holst hevur skrivað sáttmála við Silkeborg. Sáttmálin er galdandi frá 1. januar 2009, men sambært bold.dk bendir nógv nú á, at tað verður nú beinanvegin, at Lamhauge maðurin fer at flyta úr Lyngby og til Jyllands. Í hvussu so er samráðast feløgini fyri at finna fram til eina loysn, so føroyski landsliðsspælarin nú beinanvegin kann flyta til Silkeborg.