Fólkatalið í Føroyum er vaksið 174 fólk hetta seinasta árið, frá 1. november í 2012 til 31. oktober í 2013.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at 31. oktober 2013 búðu 48.244 fólk í Føroyum.
Hetta árið frá 1. november í 2012 til 31. oktober 2013 var burðaravlopið 244, men samstundis fluttu 70 fólk fleiri úr Føroyum, enn tað flutti til Føroyar og sostatt vaks fólkatalið 174 fólk.
Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum, har tað vaks 232 fólk.
Í Norðoyggjum vaks fólkatalið 24 fólk, í Vágum vaks tað 7 fólkum og í Suðuroy vaks fólkatalið 9 fólk.
Í hinum økjunum minkaði fólkatalið samanlagt 98 fólk.
Lutfalsliga størst var minkingin á Sandoy, har fólkatalið minkaði 19 fólk, niður í 1.286 fólk, tað er ein minking á 1,5 prosent.
Hagstovan sigur, at orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at hetta árið var burðaravlopið meira enn tríggjar ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum.
Verður hugt eftir ymsum bygdum og býum, sæst, at fólkatalið vaks mest í Havnini, har tað vaks 166 fólk, so at tað 31. oktober búðu 19.906 fólk í Havn. Tað er ein vøkstur á 0,8 prosent.
Men næstststørsti fólkavøksturin var á Tvøroyri, har fólkatalið vaks 35 fólk, ella 2 prosent, so at tað nú búgva 1.776 fólk á Tvøroyri.
Í øllum hinum kommunum í Suðuroy minkaði fólkatalið eitt vet.
Eisini í Klaksvík vaks fólkatalið 35 fólk, ella 0,7 prosent, so at tað nú býr 4.877 fólk í Klaksvík.
|