Flytur frá B71 og til B68

Ein av bestu málskjúttunum hjá sandoyingum fer nú at royna seg á Svangaskarði

Mynd: B68

Trý tey seinastu árini hevur hann spælt 80 dystir við B71, har hann hevur skorað 39 mál.

 

Nú fer hann at spæla við B68.

 

Talan er um 20 ára gamla Jónas Jónatansson Warner. Umframt at hava spælt við B71, umboðaði hann í yngru deildunum B36, og nú fer hann altso at umboða triðja árstalsfelagið.

 

B68 skrivar soleiðis í kvøld:

 

"Eg eri sera glaður at vera komin til B68. B68 er eitt felag við einum spennandi projekti, ið eg gjarna vil vera partur av. So spælir tað sjálvandi eisini nógv inn, at Jákup er venjari, ti hann kann hjálpa mær at mennast.

 

Eg eri eyðmjúkur og klárur at geva meg 100%."

 

B68 hevur skrivað 2 ára sáttmála við energiska miðvallaran Jónas Warner. Jónas er 20 ára gamal og leikti 26 dystir fyri B71 í 2022 og skoraði 10 mál.

 

Vælkomin Jónas!, skrivar B68 í kvøld.

 

Mynd: B68