FM aftur sum Sement

Tónleikakappingin FM, sum Margarinfabrikkin skipaði fyri í fjør, hevur nú skift navn til Sement. Tónleikakappingin Sement verður hildin í nýggju Perluni 16. og 23. januar 2010 og síðan verður finalan 30. januar 2010.

Bólkurin Moby The Pink Pilot vann kanningina í fjør, har vinningur teirra var studiotíð í Studio Oyravox, umframt at teir spældu á G! festivalinum, Við Múrin og Summarfestivalinum 2009.

 

-Um tit hava ein bólk, ella um tú sum einstaklingur, hevur hug at vera við í hesi kapping, so er at byrja at venja nú, siga fyrireikarar á heimasíðuni hjá Margarinfabrikkini.

 

Fyri at vera við í kappingini skal bólkurin ella einstaklingurin ikki hava givið nakra útgávu út. Hvør bólkur fær 15. minuttir á pallinum, har bólkurin í minsta lagi framførir 2 egin løg og allar sjangrur eru loyvdar. Síðan verður ein dómsnevnd, sum velur hvørjir bólkar sleppa víðari til finaluna.

 

Vinningur er studiotíð við teknikara og luttøka á føroysku festivalunum 2010.

Tiltakið verður í nýggju Perluni í Tórsgøtu leygarkvøldið 16/01, 23/01 og 30/01 2010. Meira fæst at vita um tilmelding og aðrir upplýsingar seinni...