FM í amboðsfimleiki fyri lið

FM-kappingina í amboðsfimleiki fyri lið verður í Ítrottarhøllini á Eiði vikuskifti 5.-6. november 2005. Kappingin byrjar báðar dagarnar kl. 13.00.

Eins og undanfarnu ár verður kappast í 4 aldursbólkum. Leygardagin kappast bólkarnir hjá kvinnum, monnum, gentum og deingjum. Sunnudagin kappast so kvinnuunglingar, mannsunglingar, pinkur og piltar. Feløgini luttaka við bólkum, har millum 3 og 5 fimleikarar eru við. Tá talt verður saman, eftir at allir fimleikararnir hava íðkað, telja karakterirnir hjá teimum trimum bestu fimleikararnum frá hvørjum liði, og teir tveir vánaligastu fella burtur. Soleiðis er pláss fyri, at onkur fimleikari kann snáva, uttan at allur bólkruin skal svíða fyri hetta.
FM-kappingin í ár er broytt í mun til undanfarnu árini. Liðkappingin og einstaklingakappingin eru ikki longur knýttar at hvørjari aðrari. Nú er liðkappingin hildin um heystið og einstaklingakappingin um várið. Eisini merkir hetta, at liðkappingin ikki longur er kvalifikatión til einstaklingakappingina.
Orsøkin til hesa broyting er einamest, at fáa fleiri kappingar inn í árskalendaran hjá fimleikarunum, soleiðis at venjast kann fram til meira enn ta einu stóru kappingina árliga. Hetta er eisini við til at fáa eina meira miðvísa venjing í lag, og halda fimleikarunum til ein størri part av árinum.