FM dystur á hvítusunnu

Talv: Avgjørt er, at umdysturin um FM heitið ár 2000 millum teir tríggjar John Rødgaard, Flóvin Tór Næs og Torbjørn Thomsen verður leiktur í vikuskiftinum 9-11 juni.

Tá kappingin í landsliðsbólkinum í ár var av, endaðu tríggir ovastir. Hesir hava nú havt talvfrí í hálvan annan mánað, men nú er boð eftir teimum aftur.

John Rødgaard hevði eina góða FM kapping á Oyrarbakka. Hann tapti einki talv, og líkt var til at hann fór at draga tað longra stráðið, men javnleikur hansara í síðsta umfari gav Flóvini T. Næs og Torbirni Thomsen møguleikan at fáa javnlík stig, og hendan tóku teir við at vinna síni talv í síðsta umfarinum. Tí verður nú umdystur leiktur millum hesar tríggjar.

Umdysturin verður skipaður á ein heldur øðrvísi hátt enn undanfarnir umdystir. Eitt nú verður telvað einkultumfar, og ikki dupultumfar, sum gamalt var. Fyrsta talvið verður fríggjadagin 9. juni kl. 14.00, næsta talvið 10. juni kl. 14.00 og tað triðja og seinasta hvítusunnudagin 11. juni kl. 10.00. Um javnstøða verður eftir umdystin, verður telvað tvey kviktalv sama kvøldið. Um eingin vinnari er funnin tá, verður telvað snartalv til vinnari er funnin. Peningavirðislønir verða givnar til tveir teir fremstu.

Enn er staðið, har telvast skal, ikki kunngjørt, men helst verður telvað í Havnini. Nærri verður lýst seinni. Dómari verður Jonhard Klettsheygg.


Lutakastið sær soleiðis út:

Fyrstnevndu hava hvítt

Torbjørn - Flóvin

John R. - Torbjørn

Flóvin - John R.


Flóvin hevur sostatt hvítt móti Rødgaard í seinasta talvinum í hesum sera spennandi trýmansumdysti. Ringt er at pilka nakran favoritt út, men Rødgaard hevur fyrimunir tá hugsa verður um royndir, og verður hann helst skírdir favorittur millum telvarar. Flóvin hevur telvað ótrúliga nógv tað seinasta ári við góðum úrslitum, og kann saktans yvirraskað. Torbjørn hevði eina fantastiska FM kapping og heldur hann støðið skal hann avgjørt ikki undirmetast.Áhugavert er, at allir telvaðu javnleik móti hvørjum øðrum á Oyrarbakka.

Um ein ikki fær stundir at sjáa umdystin, so verður møguligt at fylgja beinleiðis við á alnetinum. Meira fæst at vita á TSF heimasíðuni www.sam-teld.fo/talv . Eisini verða talvini víst á stórskíggja við viðmerkingum.

Vert er at nevna, talvútisetarnir í Keypmannahavn hava fingið nýggja heimasíðu, sum kallast www.talv.dk


Talvstubbi

Í Sarajevo er sterk kapping júst lokin. Nøvn sum Gary Kasparov, Shirov, Adams, Morozevich, Topalov og føroyavinurin Ivan Sokolov luttóku í hesari tólvmanskapping.Áðrenn síðsta umfar var Kasparov hálvt stig framanfyri spániumannin Alexei Shirov og bretan Michael Adams, og eftir síðsta umfar var støðan óbroytt.

Kasparov hevur nú í eini tvey ár vunnið allar kappingarnar hann hevur luttikið í, undantikið eina alnetiskapping har hann í finaluni tapti ímóti hálendingum Jeroen Piket, so spurningurin er um Vladimir Kramnik yvirhøvur kann hótta tann nærum ósvikaliga Kasparov í komandi HM dysti teirra millum, sum verður í oktober mánaða í ár.


Endaliga støðan í Sarajevo:

1. Kasparov 8,5 / 11

2-3 Shirov 8

2-3 Adams 8

7. Sokolov 4,5