Nógvir áskoðarar vóru møttir í ítróttarhøllini á Hálsi til endabrestin í estetiskum fimleiki. Liðini høvdu øll pussað seriuna av, og tað sást aftur á fimleikarunum sum vóru sera uppsettir til kappingina . Tað sást tó ikki á fimleikarunum, at tær høvdu nervar. Gentuliðið hjá Ljósinum megnaði at halda uppá fyrsta plássi, men tó bert við 0,86 stigi frammanfyri Støkk, sum bleiv nummar tvey. Unglingarnar hjá HFa struku aftur avstað við fyrsta plássinum. Talan er um eitt sera evnaríkt lið. Spenningurin var ikki minni hjá kvinnunum, har bara smáir marginalar vóru imillum liðini. Fyrsta plássi kundi fara alla vegir. Tó vóru tað HF, kvinnur sum aftur gjørdu bart og vunnu kappingina við nærum einum stigi frammanfyri Ljósinum, sum bleiv nummar tvey, og tað vóru 1,13 stig niður til Støkk sum bleiv nummar trý.
Úrslit:
Gentur:
Ljósið 13.55 Føroya Meistarar
Støkk 12,69
HFa 12.37
HFb 10,62
Unglingar:
HFa 14.01 Føroya Meistarar
Støkk 12,87
HFb 11,18
Kvinnur:
HF 14.40 Føroya Meistarar
Ljósið 13,51
Støkk 13,27