Fyri einum ári síðani var tað øgiigur fagnaður umborð á Heyki. Dreingirnir úr Hósvík vunnu á ólavsøku finaluróðurin ímóti Fípuni Føgru. Harvið var Heykur FM vinnari og ólavsøkuvinnari.
Í dag var aftur talan um finaluróður millum hesar báðar bátarnar.
Heykur sprakk avstað, men Fípan Fagra var beinanvegin í hølinum á Heyki, og tað varð heilt skjótt greitt, at kappingin um ólavsøkusigurin fór bara at vera millum hesar báðar bátarnar, sum løgdu seg eina og so tvær bátslongdir undan hinum bátunum.
Heykur var eina løtu ein skut undan klaksvíksdreingjum. Men teir á Fípuni Føgru vístu seg at vera rættiliga treystir og knáir.
Smátt um smátt otaði Fípan Fagra seg undir liðina á Heyki. Eina løtu róðu hesir báðir borð um borð og stavn um stavn fram ímóti málinum. Á málinum var Fípan Fagra rongina undan Heyki, og so er Fípan Fagra við dreingjum úr Klaksvík bæði ólavsøkuvinnari og FM vinnari.
1 | Fípan Fagra | 04:39.10 | 7 | 0 | 0 |
2 | Heykur | 04:39.36 | 6 | 0 | 0 |
3 | Ørnin | 04:47.04 | 5 | 0 | 0 |
4 | Jallurin | 04:47.18 | 4 | 0 | 0 |
5 | Teistin | 04:52.49 | 3 | 0 | 0 |
6 | Leikalind | 04:54.39 | 2 | 0 | 0 |
7 | Knúkur | 04:55.04 | 1 | 0 | 0 |
8 | Dúgvan | 04:56.06 | 0 | 0 | 0 |
9 | Royndin Fríða | 04:56.08 | 0 | 0 | 0 |
10 | Sílið | 04:58.15 | 0 | 0 | 0 |
11 | Firildur | 04:58.28 | 0 | 0 | 0 |
12 | Ingibjørg | 04:58.43 | 0 | 0 | 0 |
13 | Fenja | 05:07.11 | 0 | 0 | 0 |
FM
1 Fípan Fagra 47
2 Heykur 44
3 Ørnin 33