tíðindaskriv
Leygardagin 27. mars verður finalan fyri pør í bridge leikt. Spælt verður í Bridgehúsinum í Havn. 20 pør hava onga sær rættin at luttaka í finaluni. Byrjað verður kl: 10:00, spæld verða 76 spøl.
Tey 20 luttakandi pørini:
Magni Jøkladal ? Allan Dal-Christiansen
Jógvan H. Andreasen - A. G. Nielsen
Salomon Johansen - Zakaris Joensen
Ingibjørg Hansen - Henriette Svenstrup
Kaj Alstrup - Høgni Hansen
Dia Petersen - Hans Egil Joensen
Eydun Jensen - Niels Nielsen
Høgni Jacobsen - Finn Ougaard
Eydun Joensen - Helgi Joensen
Eilif Petersen - Petur A. Johannesen
Dia Jacobsen - Marner Joensen
Per Kallsberg - Dánjal P. Mohr
Høgni Vesturklett - Gunnar Mouritsen
Johannes Skaarup - Jórun Johannesen
Petur S. Rasmussen - Hannis Jacobsen
Eydun Jacobsen - Pól Joensen
Reimund Langgaard - Vilhelm Nygaard
Jóannes Mouritsen ? Heðin Mouritsen
Rói Joensen - Jógvan Juul Rasmussen
Steypakappingin
Á nevndarfundi hjá Føroya Bridgesambandi herfyri, varð avgjørt at broyta verðandi steypakappingarhátt. Tað verður tí ikki soleiðis, at bert ein dystur verður til liðini, ið tapa fyrsta dystin. Kappingin verður løgd soleiðis tilrættis, at øll spæla so nógv sum møguligt. Sjálv finalan verður leygarkvøldið, og hon verður (sjálvsagt) bert millum tvey lið, men fyri tey, sum heldur vilja spæla bridge enn at verða áskoðarar, verður skipað fyri serstakari kapping. Kostnaður fyri hvønn leikari er 900 kr. Incl. Gisting, mat og luttøku.
Steypakappingin verður spæld á Hotel Vágum í døgunum 7. ? 9. mai.
Vinningurin er ferðaseðil til bridgekapping í einum av grannalondunum.
Tilmelding innan 30. mars hjá kappingarleiðaranum
Spæl
Her skulu vit síggja eitt spæl har Jens Pauli Nolsøe og Jákup Hjaltalin, ið báðir leika á 1.deildarliðinum hjá HH-Bókhald, sum gjørdist nr. 4 hetta kappingarárið, melda ein sera flottan 7hj.
SP 52
HJ K109876
RU 875
KL 82
SP EKD1063
HJ EDB
RU 2
KL ED7
N - S
2hj 4nt
5kl 7hj
Norðan valdi at opnað við 2hj, ið er eitt veikt meld við 6 hjartarum. Nú meldaði sunnan 4nt, sum spyr eftir essum og evt. trumf damu. Norðan svarar 5kl, vísandi 1 ella 4 ess. Suður meldar síðani tann upplagda 7hj !! Um norðan ikki opnar við 2hj, verður tað nærum ógjørligt at koma í 7hj.