FM finalan í dart í dag

Í dag verður FM vinnarin funnin í dart

Eftir tíggju FM umfør, er nú endaliga FM finalan á skránni í dart. Hon verður í Skopun í dag. Tilsamans eru 32 spælarar hjá monnunum og átta hjá kvinnum við í FM finalunum.

 

Hjá monnunum eru Remy G. Hansen og Bárður Olsen favorittar. Serliga Remy G. Hansen hevur víst stórform undan FM finaluni. Hjá kvinnunum verður mett, at møggurnar Joan Edvør Thomasen og Gunnbjørg Dam mettar sum at hava ein góðan møguleika at vinna.

 

Spælt verður um FM heitið, og luttøku í Danmark Open og Masters.