Seinnapartin klokkan 15.10 til 15.50 vera kappingarnar nummar níggju og 10 í innleiðandi umfarinum í Firmakappingini - spurnarkappingini - á FM1.
Fyrra uppgerðin klokkan 15.10 er rættiliga prestisjutung. Tá kappast finalistarnir frá undanfarnu Firmakapping, SPEKT og Betri á Kongabrúnni í Havn. Betri vann finaluna, og nú fær SPEKT høvið at hevna hetta.
Seinna uppgerðin er ein Tórshavn-Klaksvík uppgerð millum Mariu Poulsen í Havn og TTS í Klaksvík.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo