FM-finalumøguleikarnir eru: VÌF 52 % og H71 48 %

- Møguleikarnir fyri, at VÌF kemur í FM-finaluni ímóti KÌF í Atlantic Airways kappingini í hondbólti eru 52 prosent, meðan møguleikin hjá H71 er 48 prosent. Soleiðis metir hondbóltsviðmerkjarin hjá Rás2, Claus Rasmusen møguleikarnar hjá vestmenningum og hoyvíkingum um at vinna sær rættin at koma í FM-finaluna.

 

Ì seinnapartssendingini hjá Rás2 setti Claus umfarið í fremstu kvinnudeildini í hondbólti, og umfarið í Atlantic Airways kappingini undir luppin. Tað ber til at hoyra metingarnar hjá Claus í ljóðbrotinum undir greinini.