FM í flogbólti fyri tey yngru

Leygardagin verða Gundadalshøllin, Hoyvíkshøllin og Ítróttarhøllin á Hálsi karmur um FM-kappingarnar hjá teimum yngru deildunum í flogbólti.

Tá tilmeldingarfreistin var úti í gjárkvøldið, vóru 89 lið úr níggju feløgum meldað til í deildunum 10, 12 og 14 ár hjá bæði gentum og dreingjum, umframt í deildunum kvinnu- og mansunglingar.

Feløgini Dráttur, Fleyr, ÍF, KÍF, Mjølnir, Nøvan, SÍ og TB eru við, men serliga frøast fyrireikararnir um, at B68 sum nýtt felag hevur heili sjey lið við hjá gentum og dreingjum 12 ár.

Lagt verður til brots leygarmorgunin klokkan níggju, og hjá teimum 10 og 12 ára gomlu verður alt avgreitt henda dagin, so føroyameistararnir verða funnir.

Hjá gentum og dreingjum 14 ár og hjá kvinnu- og mansunglingum bíða avgerðirnar í tvær vikur, tí tær finalurnar verða spældar í Trongisvági 13. og 14. mars.

hil