Meistaraheitið varð vunnið við einum 1-1 javnleiki í gundadali móti HB. KÍ var so gott sum meistari eftir seinasta leikdag, men nú tað so endaliga staðfest, at KÍ eisini er FM vinnari 2012.
Elsa Maria Simonsen legði KÍ á odda tá dysturin var ein góðan tíma gamal. Tað eydnaðist HB at javna í evstu løtu við brotssparki, sum Sára Samuelsen skoraði uppá. Í HB kunnu tey fegnast um at HB er fyrsta liðið í ár, sum megar at fáa stig frá KÍ, ið annars hevur vunnið allar sínar dystir.
– Vit hava fleiri ungar leikarar og so nakarar eldri leikarar. Tann blandingin ger, at vit kunnu halda fram at vinna, sigur Malena Josephsen, liðskipari hjá KÍ.
KÍ er sannførandi meistari í ár. Liðið hevur vunnið 15 av 16 dystinum, skortið 10 mál og bara latið fimm ígjøgnum.
KÍ vann eisini steypafinaluna á Tórsvølli móti B36 og er sostatt greipuvinnari 2012.