FM fyri ung byrjar í dag

Borðtennis: FM fyri ung verður spælt í høllini í Trongisvági í dag og í morgin.

Í dag kl.15.30 byrjar FM-kappingin fyri ung í borðtennis. Kappingin verður spæld í høllini í Trongisvági í dag og í morgin.

Tað eru teir yngstu aldursbólkarnir, sum kappast í dag, og frá tíðliga í morginári og út á seinnapartin kappast so tær eldru ungdómsdeildirnar.

Borðtennissamband Føroya boðar frá, at allar FM-finalurnar verða stroymdar beinleiðis á facebook-síðuni hjá Borðtennissambandi Føroya.

FM fyri vaksin verður í Havn 9. og 10. apríl


FM ung - skrá

 

Fríggjadagur 19. mars

Kl.15.30: Smápiltar (f. 2011 og 2012)

Kl.16.00: Piltar (f. 2009 og 2010)


Leygardagur 20. mars

Kl.09.00: Smádreingir (f. 2007 og 2008)

Kl.10.00: Smápinkur (f. 2011 og 2012)

Kl.10.00: Pinkur (f. 2009 og 2010)

Kl.10.00: Smágentur (f. 2007 og 2008)

Kl.10.00: Gentur (f. 2005 og 2006)

Kl.10.00: Kvinnuunglingar (f. 2003 og 2004)

Kl.12.00: Dreingir (f. 2005 og 2006)

Kl.14.00: Mansunglingar (f. 2003 og 2004)

Kl.16.00: Blandaður tvímansleikur (allir aldursbólkar, f. 2003 - 2012)