16. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
Havnin hevði undanvind í illsligu fótbóltslíkindunum sunnudagin. HB vann avgjørda toppdystin ímóti B68 2?0, og við 2?1 sigri í Runavík syrgdi B36 fyri, at HB ikki longu eftir 16. umfarið meiri ella minni gjørdist meistari.
Undan næstsíðsta umfarinum hevur HB 35 stig, B36 hevur 34 stig, B68 hevur 32 stig, og NSÍ hevur 28 stig. Tað resta tvey umfør, og tískil er teoretiski møguleikin hjá NSÍ í ár at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð heilt burtur.
Toftamenn hava framvegis møguleikan at vinna fyrsta FM heitið síðani í 1992, men í veruleikanum er hann burtur. Um B68 ikki fer heilt niður við nakkanum eftir leikliga vónbrotið og tapið í Gundadali, so mugu teir metast at hava møguleikar at vinna bæði á heimavølli ímóti GÍ og á útivølli í Vági. Men tað er á ongan hátt nóg mikið hjá B68 at fáa fult í sínum avbjóðingum. Møguleikin hjá teimum er eisini treytaður av, at HB og B36 spæla javnt, og at KÍ í síðsta umfarinum í Gundadali fær øll stigini frá HB. Tað er ikki so langt síðani, at VB fekk málleysan javnleik á territorinum hjá HB, men tað má metast heilt lítið ella rættari einki sannlíkt, at HB skal kiksað á heimavølli ímóti lítið sannførandi klaksvíkingunum, tá ið mest fer at standa á.
At HB ikki skal fáa meiri enn tvey stig afturat, um B68 møguleikin framvegis skal verða varðveittur kemst av, at nú er neyðugt hjá toftamonnum at fáa fleiri stig enn HB. Eftir 2?0 sigurin á heimavølli er HB betri í innanhýsis kappingini við B68.
Tað skal ein heilt góður vilji at finna aðrar møguleikar, enn at avgerðin um FM heitið fer at fella, tá ið grannarnir í Gundadali fara at bresta saman næsta sunnudag. B36 eigur heimadyst, og tí verða tað teir í árstalsfelagnum, sum fara at fáa áskoðarainntøkurnar.
Um tað fer at enda við javnleiki, so verður HB framvegis besta boðið upp á FM heitið. Hjá B36 er tað knívskorðið. Teir skulu vinna næsta sunnudag, um teir skulu verða meistarar. Um tað fer at eydnast hjá teimum at vinna, so verður FM møguleikin stórur, tí B36 skal í síðsta umfarinum til Gøtu. Tá kann støðan gerast heilt margháttlig, um B36 altso nú sunnudagin fer at fáa alt ímóti HB. Einasti møguleikin hjá GÍ enn eina ferð at sleppa upp í part í UEFA Cup er treytaður av, at B36 verður meistari. So sleppur GÍ upp í part í altjóða fótbólti, tí teir á Ólavsøku taptu steypafinaluna ímóti B36!
Deyðbóltsstøðurnar
Ofta verður tikið til um eitt nú íslendskan og norskan fótbólt, at flestu málini verða skorað í sambandi við deyðbóltsstøður. Onkra ferðina áður hava vit víst á, at gongdin við lutfalsliga nógvum málum í sambandi við fríspark, hornaspark, innkast og sjálvandi brotsspark eisini hevur gjørt seg galdandi í føroyskum fótbólti. Gongdin í teimum báðum oddadystunum sunnudagin var gott dømi um hetta.
Í Gundadali vórðu bæði málini skorað eftir deyðbóltsstøður. Hitt fyrra eftir hornaspark, og hitt seinna eftir innkast.
Í Runavík vóru tvey av trimum málum skorað í sambandi við deyðbóltsstøður. Sjúrður Jacobsen úr NSÍ javnaði til 1?1 eftir hornasparksinnlegg, og Jens Kristian Hansen stútaði sigursmálið hjá B36 ? eftir hornaspark.
Í Gundadali megnaði B68 ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Teir tiltuskaðu sær fríspark úr nett somu støðu, sum Øssur Hansen hina ferðina skoraði ímóti Slovenia. Øll hildu ondini, meðan Øssur gjørdi seg til at skjóta sunnudagin, men so søplaði B68 møguleikan burtur í kombinatión, sum heilt kiksaði, uttan at Øssur slapp framat.
Botnurin lætti sær á
Skála fekk sunnudagin trý stig á heimavølli ímóti VB. Men bjargingin undan aftasta plássinum er framvegis fimm stig burtur. Tað er hon, tí FS Vágar á heimavølli megnaði at vinna ímóti KÍ, sum eftir summarsteðgin bara hevur vunnið ímóti EB/Streymi og Skála, og sum má metast at hava havt eitt rættuliga kiksað kappingarár.
At FS Vágar fekk øll stigini ímóti KÍ, meðan VB tapti á Skála hevur við sær, at tað brennur ikki sørt undir VB. Næstniðasta plássið er bara tvey stig burtur. FS Vágar fær sunnudagin vitjan av Skála, meðan VB skal til Eiðis, og í síðsta umfarinum fer VB at fáa vitjan av B68, meðan FS Vágar skulu spæla í Runavík.
VB eigur útsetta avbjóðing á Vágseiði ímóti GÍ. Tann uppgerðin er ásett at verða nú mikukvøldið. Um VB fer at megna at fáa alt, so verður rættuliga torført hjá FS Vágum at sleppa burtur av næstaftasta plássinum. Um tað eydnast FS Vágum at fáa stig nú sunnudagin, so hevur tað við sær, at tað undan seinastu umfarinum verður greitt, at Skála næsta kappingarár verður í næstbestu deildini.
Eysturoyggin hevur longu tryggjað sær nýtt umboð í 1. deild. Leygardagin flutti ÍF, sum hevur átt mest støðuga liðið í næstbestu deildini, upp aftur í 1. deid, sum teir fluttu niður úr á seinasta leikdegnum í 1999.
Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað hjá B68 at varðveita næstbesta liðið í 2. deild í meiri enn eitt kappingarár. Royn er flutt upp í 2. deild, og í løtuni bendir nógv á, at tað verður næstbesta liðið hjá HB, sum skal spæla ímóti LÍF ella B71, sum leygardagin styrkti um sína støðu, um eitt pláss í næstbestu deildini.