FM í bogaskjóting um vikuskiftið

Hetta vikuskiftið verða FM-kappingar skotnar í hølinum hjá Vágaskot í Miðvági.

 

Í dag, leygardagin 26. mars, kl.14:00 – FM kapping á 15 metra frástøðu fyri ungu skjúttinum í bólkunum recurve og compound.

 

Í morgin, sunnudagin 27/03, kl.10:00 – FM kapping á 18 metra frástøðu fyri Compound-, barebow- og longbowskjúttum. Kl.14:00 – FM kapping á 18 metra frástøðu fyri Recurveskjúttar.